Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað eru jaligar upplivingar, ið festa seg í sinnið og verða verandi. Viðhvørt er okkurt so stórt og virðismikið, at tað myndar løtuna og lívið frameftir. Hetta ovurstóra liggur aloftast uttanfyri ein sjálvan, tað kemur til okkum og verður borið inn á lívsleiðina.

At vera opin, hjástaddur og livandi. At hava eyguni við sær og varnast góðskuna. At lurta við oyrunum og hoyra tað sagda. At varnast tað, ið verður sagt í tómrúminum millum orðini. At lesa medferðina hjá tænandi hondum og finna hvíld í teirra verki.

Nútíðarsamfelagið lærir okkum at siga frá og siga til. Vit skulu mæla ímóti og ikki lata alt um okkum ganga. Tað er eitt mark, og eingin hevur rætt til at trína inn á okkara persónliga øki og gera ónáðir til likams ella sálar. Sig frá er nútíðin, og máliskan er gagnlig og neyðug.

Vit kunnu sum kristin fólk ikki góðtaka, at børn, ung og vaksin verða illa viðfarin í orði ella talu, í handling ella mishandling. Kristnin eigur at vera við í arbeiðinum at steðga sálarligum og likamligum harðskapi.

Skal nú øll tala vera neilig ella ákærandi? Eru tað ikki støður, har tann einfalda og vælnøgda gleðin eigur at koma til orðanna? Ella blúgvast vit við at siga tað góða og vakra, tí onkur fer at meta okkum einføld og barnslig?

Onkuntíð ljóðar, at tey, ið eru jalig og væl nøgd, valla eru tann hvassasti knívurin, tann skjótasta súkklan ella tann best skrivandi pennurin. Vit hava viðhvørt lyndi til at bólka ella samantvinna nøgdsemi við lægri hugsan ella tvørrandi evni at meta um.

Við hesum fyrivarnum verður staðfest, at Suðuroyar Sjúkrahús fær 7 stjørnur av 6 møguligum. Fult tal at stjørnum + eina eyka.

Tað var eitt upplivilsi at verða skurðviðgjørdur á Suðuroyar Sjúkrahúsi í seinastu viku. Ómetaliga góð faklig tænasta, umsorgan og røkt.

Havi áður umrøtt hini bæði sjúkrahúsini og givið teimum eitt gott skotsmál. Meti meg ikki uttan evni at siga frá, tala at og harta. Eri valla kendur sum tann, ið altíð talar fólkinum eftir munninum.

Ynski ærliga og av øllum mínum hjarta at siga føroyska heilsuverkinum og teimum dugnaligu starvsfólkunum eina hjartaliga tøkk. Nú havi eg royndirnar á øllum okkara sjúkrahúsum og kann samanlíkna við sjúkrahús í øðrum londum.

Tað hoyrir við til søguna, at tað ongantíð er gott at vera sjúkur, og at vit als ikki eiga at tilbiðja ta støðuna. Mong medmenniskju hava tað ómetaliga svárt, og teirra støða skal ikki verða fjald í søtum orðum ella mjúkum málburði. Bæði í neiligari og jaligari talu mega vit vera realistisk.

Lá á eini stovu við 4 monnum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Vit vóru allir á einum máli um, at umsorganin og røktin var framúr. At hugsa sær ta stóru náði, at vit vera møtt við fakligari viðgerð á høgum støði og menniskjum, ið vilja okkum væl.

Tað er altíð ein ávísur vandi tengdur at samanberingum. Líknilsið um mannin, ið fall í ránsmannahendur rann mær til hugs. Hesin neyðars maðurin fekk góða hjálp frá einum sámariubúgva, ið bant um sárini og reinsaði tey. Síðani var maðurin, ið var illa viðfarin og sligin, fingin inn á eitt gistihús til røkt og umsorgan.

Sámaribúgvin segði við vertin á gistihúsinum, at hann vildi rinda honum tað, ið røktin kom at kosta út yvir tann ásetta prísin.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru vit vitni til, at starvsfólkini høvdu almikið at gera. Tey runnu heldur enn gingu, tí nógvir røktar sjúklingar kravdu hjálp. Ikki eitt suff, einans vinarlig orð og smíl. Starvsfólkini vóru fulltikin starvsfólk.

Men, spurningurin vitjaði ein royndan mann innan fyrilestrar og prædiku: Eru vit sum samfelag sinnað at rinda tað í løn, ið starvsfólkini eru verd?

Hugburðurin í vælferðarsamfelagnum er løgin, tá ið tær sosialu tænasturnar verða umrøddar. Vit ynskja øll at gerast gomul og fáa góða røkt. Spurningurin er, um vit – samfelagið – eru sinnað at gjalda starvsfólkunum tað í løn, ið tey veruliga eru verd?

Vituligt er, at alt snýr seg ikki um pengar. Tó, tað er torført at at liva, um tað fíggjarliga ikki er á einum nøktandi støði. Yvirskipað er tað tann kaldi veruleikin, at lønin lýsir virðið av tí arbeiði, ið gjørt verður. Í mínari verð stendur lønin ikki mát við týdningin av tí ovurstóra arbeiðinum, ið verður gjørt innan tað sosiala økið.

Biði Harran um, at hann í sínum nærleika og veldi lívgar tey sjúku og lættir um teirra gerandisdag. Vóni, at starvsfólkini innan heilsu- og almannaverki fáa nógvar ljósar løtur á teirra starvs- og lívsleið. Amen.

“Og dagin eftir tók hann upp tveir denarar og fekk vertinum og segði: “Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.”” (Lukas 10,35).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo