Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nógv verður skrivað um trivnað og hugna í miðbýnum, nú tað stundar til val. Hetta eru alt sjónarmið, sum eg taki fult undir við, og sum eru alneyðugt at raðfesta. Men litil hugni er í miðbýnum um kloakklukturin yvirdoyvir alt. Ein av mongum avbjóðingum, vit hava havt sum meiriluti í býráðnum hesi seinastu 4 árini er at taka okkum av grundleggjandi tænastum og uppgávum, sum ikki vóru í lagi, tá vit tóku við. Eitt dømi var støðan við kloakkunum, sum ikki hava verið politiskt raðfestar í mong ár. Kloakkskipanin toldni ikki meir, lukturin var um allan miðbyin, sum hvørki skapti trivnað ella hugna.

Vit settu okkum fyri at loysa hesa avbjóðing, sum var risastór, tí hetta eru alt uppgávur, ið taka rættiliga langa tíð gera. Hesa býráðssetuna hava vit brúkt 40 mió kr til kloakkir kring alla kommununa, og tað er bæði til íløgur og til rakstur. Tær størstu dagføringarnar eru gjørdar á Bakkagøtu og á Argjaboða á Argjum, Kirkjubø og Velbastað, kloakkin á Signabø, regnvatnsleiðing á Marknagili, kloakkskipan á stadionøkinum, kloakleiðingin á Sandvíkarhjalla, kloakleiðingin við landavegin, í Tróndagøtu og dagføring og skráseting av Havnará v.fl.

Somuleiðis hava vit fingið sett kunngerð í gildi fyri olju og feittúrskiljarnar, har vinnan í seinasta lagi í 2022 skal hava sett nýggjar olju- og feittúrskiljarar til sítt virksemi. Størsta avbjóðingin fyri kloakkirnar er oljan og feittið í kloakkunum. Tá feitt í spillivatni storknar tippist kloakkleiðingin. Feitt viðførir eisini tæring og luktampa, tá tað rotnar í kloakkini. Neyðugt verður eisini komandi árini at játta munandi upphæddir til dagføring av kloakkum. Tó er nytt tilfar komið á marknaðin, sum ger tað munandi lættari og bíligari at skifta kloakkirnar uttan at grava vegir og annað upp. Hesa avbjóðing og uppgávu hava vit skyldu at loysa.

Fullir kirkjugarðar
Tá sitandi meiriluti tók við, var tað komið at teimum mørkum, at rúm var bert fyri 200 borgarum í gravunum í Havn. Àrliga doyggja 200 borgarar, so tí vóru ikki fleiri gravir tøkar til havnaborgarar. Tað tekur áleið 1 ½ ár at gera lendisarbeiðið til gravir, so tað var í tøkum tíma, at vit fingu broytt fíggjarætlanina og umraðfest soleiðis, at 2 nýggir kirkjugarður vórðu bygdir. Ein nýggjur stásiligur og vakur kirkjugarður er nú komin í Hoyvík og kirkjugarðurin við gl Velbastaðvegin er útbygdur í 4 stigum til ein samlað kostað á 30 mió. kr.

Tað plagar at vera tikið til, at ongar atkvøður eru í kloakkum og kirkjugørðum, men tað nyttar lítið at tosa um trivnað og hugna um grundleggjandi tænastur hjá borgarunum ikki eru í lagi.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo