Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

70 fólk í Noregi eru vorðin smittað við Delta korona frábrigdinum, eftir at tey høvdu verið til tvær konsertir í einum mentanarhúsi í Færder kommunu, skrivar NRK.

Sjey av teimum smittaðu vóru liðugt koppsett.

Lagt verður afturat, at fleiri av teimum koppsettu, sum kortini blivu smittað, vóru eldri fólk. Tað er áður ávíst, at vaksinan hevur minni virkna hjá teimum sum eru komin upp í árini.

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at Delta frábrigið nú er um at vera tað mest vanliga, tí tað smittar verri enn onnur frábrigdi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo