Fleiri fakfeløg í amerikanska stórbýnum New York City hava gjørt semju um at seta í gildi eitt umstrítt krav um, at teirra limir skulu vera koppsettir ímóti Covid-19 fyri at sleppa til arbeiðis.
Avtalan fevnir um 70.000 starvsfólk, og hon er úrslit av semju sum er gjørd eftir at býarstýrið settu nýggjar reglur í gildi um, at øll alment sett skuldu vera koppsett fyri at sleppa til arbeiðis. Noktaðu tey, vórðu tey send heim uttan løn. Summi hava verið heima uttan løn síðani 1. november.
Fakfelagið hjá politifólkum og brandfólkum er ikki við í avtaluni.
Tað er millum annað staðfest í avtaluni, at átrúnaðarligar og heilsuligar orsøkir kunnu gera, at fólk verða frítikin fyri at lata seg vaksinera. Yvir 92% av teimum, sum avtalan fevnir um, eru longu blivin vaksinerað.
Nógvir aðrir amerikanskir býir hava sett líknandi reglur í gildi, eitt nú Los Angeles, Washington D.C. og Boston.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo