Í gjár varð koppsetingin tikin upp aftur og tilsamans 716 fólk vórðu koppsett við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech. 700 fólk fingu fyrra prikið og 16 fólk fingu tað seinna. Talan var um fólk 75 ár og eldri.
Nú eru í alt 11.494 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 7.345 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 4.194 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
245 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 245.768 kanningar.
661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo