Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við fólkaatkvøðuna í 1946 vrakaðu føroyingar bæði stjórnaruppskotið og loysingina. Hóast loysingarmenn nú í 73 ár hava roynt at reingja søguna, hevur eftirtíðin prógvað, at veruliga úrslitið var, at loysingin bleiv vrakað. Hetta góðtóku eisini allir løgtingsmenn tá uttan ein

Aftur nú hevur Zakarias Wang verið frammi við villleiðandi upplýsingum um fólkaatkvøðuna, nú 73 ár eru liðin síðan fólkaatkvøðan var 14. sept. 1946.

Sambært Zakariasi, sum man vera tann føringurin, sum veit mest um fólkaatkvøðuna, var úrslitið, at av øllum avgivnum atkvøðum atkvøddu 47,3% fyri stjórnaruppskotinum, 48,6% fyri loysingini, og 481 atkvøður vóru ógyldugar [1]. Hetta svarar til 4,1%. 

Sambært  Zakariasi var atkvøðuluttøkan 67,7% [1] og sambært Anju Andreasen 66,4% [2].

Bert 33% atkvøddu fyri loysing
Sambært Zakariasi atkvøddu soleiðis - av samlaðu møguligu atkvøðunum í Føroyum tá í heilum tølum - 32% fyri stjórnaruppskotinum, 33% fyri loysing, 32% atkvøddu ikki og 3% av atkvøðunum vóru ógyldugar [1].

Tað var hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal fyri loysingini. Tað var bert ein minniluti fyri loysing, umenn hesin minniluti var 1 % størri enn minnilutin fyri stjórnaruppskotinum. Hetta er tann nakni veruleikin.

Henda veruleika góðtóku allir flokkar, eisini Fólkaflokkurin, tá ið kongur og stjórnin sendu tingið til hús og nýval varð útskrivað [8]. Bert ein ekskluderaður javnaðartingmaður sat eftir.

Hóast loysingarmenn nú í 65 ár hava tvíhildið um, endurtikið upp í saman og ár eftir ár hátíðarhildið, at føroyingar atkvøddu fyri loysing, so er hetta ikki rætt.

Um teir so halda framm við hesum í 100 ár afturat, so er og verður hetta ikki annað enn søgumanipulatión. Tað vísir keldutilfar, fyrst og fremst løgtingstíðindi frá hesum tíðarskeiði, bøkurnar um Sambandsflokkin og Løgtingið og nýliga útkomna bókin hjá Z. Wang.

Aðrir veruleikar, sum vísa, at føroyingar vrakaðu loysingina

Kendutilfarið, sum nú er tókt í bókum og á netinum, vísa eisini m.a., at

• bæði Thorstein Petersen og Andrass Samuelsen søgdu, at fólkaatkvøðan skuldi vera leiðbeinandi [3] og [4],

• Thorstein Petersen kravdi kvalifiserað fleirtal (helvt av øllum atkvøðum í Føroyum) [5],

• Th. Petersen hevði lovað, at ”nei”-atkvøðurnar skuldu telja við, enntá sum gildugar [10],

• at løgtingssamtyktin 18. sept. ´46 um loysing var ógildug, tí tingið hevði ikki lóggevandi myndugleika [7],

• skuldu Føroyar hava loysing, skuldi hetta samtykkjast av Ríkisdegnum [9],

• Løgtingsvalið 8. nov. 1946 vísti, at føroyingar ikki ynsktu loysing. Fólkaflokkurin misti 3 tingmenn og harvið fleirtalið í løgtinginum og alt tos um loysing var tept [6],

• hetta løgtingsvalið prógvaði í øllum førum, at meirlutin av føroysku veljarunum ikki tóku undir við sjálvstýrispolitikki Fólkafloksins [8].

• fólkaatkvøðan var so ógreið, at enski søgufrøðingurin John F. West kallar hana eitt meistarastykki av eini fløkju (”a masterpiece of inconclusiveness”) [11],

• og at enda var tað illa hugsandi, tá ið kalda kríggið var við at taka seg upp, at stórveldini fóru at góðtaka, at Føroyar vóru uttanveltaðar. USA hevði beinleiðis ta fatan, at hernaðarligu áhugamál tess vóru best røkt, um Danmark hevði yvirvaldsrættin yvir Føroyum [12].

Haldi, at hetta keldutilfar talar sítt egna tigandi, men týðuliga mál og at tulkingar ikki eru neyðugar.

Johan Petersen

Keldur:
[1] Zakarias Wang í grein í Sosialinum nr. 144 tann 11. okt. 2010 síða 29

[2] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229

[3] [3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 2. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164))

[4] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 3-4.  (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166)

[5] Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur: Fólkaatkvøðan 14. sept. 1946, síða 498 og Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)

[6] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232

[7] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 166))

[8]  Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 281

[9]  Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 278

[10]  Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur: Fólkaatkvøðan 14. sept. 1946, síða 495 og  498

[11]  Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 279

[12]  Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 288

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo