Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú mánadagin 14. september 2020 eru 74 ár farin síðan fólkaatkvøða var í Føroyum har vit samtyktu, at Føroyar og Grønland skuldu gerast eitt sjálvstøðugt ríki.

Samstundis er eitt ár farið síðan Trump forseti spurdi danir, um teir vildu selja okkum til USA.

Nú verður skjótt forsetaval í USA, og hildið verður, at Trump í sínum næsta skeiði fer at leggja enn størri dent á at keypa okkum. Meting fremstu eygleiðara er, at hann fer at sleppa samvinnuni við ES og fer at royna at styrkja USA, og tá verður tað gott hjá honum at leggja okkum undir seg.

Men, sigur onkur, tað var ikki okkum, hann vildi keypa, men Grønland.

USA er heimsins sterkasta ríki. Teir nýta 4,2% av síni bruttotjóðarúrtøku til verjuna. Teir hava tí eisini eina fregnartænastu, CIA, sum skal greiða forsetanum frá hvussu til stendur í øðrum ríkjum. Henda fregnartænastan ger eisini upp, hvussu stór heimsins ríki eru, og hon sigur, at 132 ríki eru størri enn Danmark. Men hon sigur eisini, at bert 12 av heimsins ríkjum eru størri enn Grønland og Føroyar tilsamans, sum USA ikki sigur vera partar av Danmark, men sum Danmark ræður yvir og tí kann selja um tað hóvar dønum.

Longu Lincoln forseti hevði í 1865 ætlanir um at keypa okkum frá Danmark. Tað vildi Danmark ikki, tí inntøkurnar teir tá høvdu av okkum vóru so stórar, at teir ikki vildu avhenda hetta gullnám. Eftir seinna heimsbardagan álegði USA dønum at flyta okkum nógvan pening fyri at mutra og oyðileggja alt okkara samfelag og forða okkum at halda saman, so vit kundu ganga fram í øllum lutum. Nú hava vit eina tíð livað sum Hans og Greta í pannukakuhúsinum og eru blivin so feit og løt, at gívurin heldur at rætti tímin er komin at koyra okkum í bakarovnin. 

Vandamálið er, at nakrir okkara í 1946, eftir at kvinnur og menn í øllum politiskum flokkum høvdu samtykt, at vit skuldu taka um stýrisvøl, hjálptu dønum at fáa split í okkara millum, soleiðis at danir sluppu at stýra okkum og hóreiggja sær við gjøgnum kringvarpið at goysa danskt inn í hvørja stovu. Splitmenninir hava sæð til, at danir mótvegis øðrum ríkjum hava ræðisrætt yvir okkum. Fáa teir eitt gott tilboð, hava teir tí rætt at selja okkum. Teir hava løgregluna og hervaldið, og vit eru verjuleys, tí vit ikki vilja gera sum USA, sum nýtir 4,2% av síni bruttotjóðarúrtøku til verjuna. Gjørdu vit tað sama, høvdu vit 840 milliónir krónur um árið at nýta til okkara verju, men tí forða danir fyri, tí so høvdu vit kunna gjørt uppreistur, um tað hóvaði teimum at selja okkum. Tá teir hava selt okkum til USA, fara vit í ókomnum tíðum at gjalda minst 840 milliónir um árið í skatti til amerikanska herin, og okkara unglingar fara at doyggja í teimum kríggjum, sum USA fonglast við um allan heim.

Tað er sanniliga ein høgur prísur, sum vit kunnu koma at gjalda fyri at vit ikki stóðu saman ímóti danska yvirganginum í 1946. 

Men enn er ikki ov seint. 

Enn kunnu vit taka upp nýggjan tátt. Vit kunnu lata farið vera farið og stevna út á møguleikanna hav, tí her býr eitt gott fólk í einum góðum landi.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo