Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(savnsmynd)

(savnsmynd)

75 migrantar eru druknaðir útfyri Libysku strondini, tá tey royndu at sleppa til Italia í einum skipi, sum vísti seg ikki at vera sjódygt.

15 fólk sum eisini vóru við skipinum, komu frá hendingini á lívi, og tey hava greitt frá tí sum hendi.

Í gjár vórðu aðrir 420 migrantar bjargaðir úr tveimum øðrum bátum, sum eisini vóru um at søkka. Fólkini vórðu førd til oynna Lampedusa, sum er eystanfyri Sisilia.

Fleiri av teimum bjargaðu eru børn, verður upplýst.

Síðani 2015 eru yvir ein hálv millión flóttarfólk komin við báti til Italia, upplýsa myndugleikarnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo