Europaparlamentið skrivar í eini rapport at ferðavinnan missur umleið 10 milliardir krónur í inntøkum hvønn mánað.
Harumframt kann roknast við at vinnan kann missa 75 milliónir arbeiðspláss um allan heimin. Íroknað tey eru 6,4 milliónir arbeiðspláss í Europa.
Felagsskapurin fyri búskapar- og menningarsamstarv metir at altjóða ferðavinnan er minkað við 60 prosentum í 2020.
Og hetta kann økjast til 80 prosent um ferðavinnan ikki nærkast tí hon var innan desember, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo