Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er her á vegamótinum Kirkjubøarvegur - Marknagilsvegur at tað oftani endar galið.

Tað er her á vegamótinum Kirkjubøarvegur - Marknagilsvegur at tað oftani endar galið.

- Hetta er blivin ein sonn marra fyri okkum, vit tora ikki at sova um náttina og stúra alla tíðina, tá børn ella barnabørn spæla uttanfyri í túninum.

Soleiðis sigur ein av íbúgvunum í Lambagerði í Havn sum hevur vent sær til VP eftir ógvusliga óhappið í gjár, tá ein bilur, sum kom koyrandi av Norðasta Horni, ikki steðgaði við vegamótið men helt beina leið fram við nógvari ferð og endaði uttanfyri køksvindeygað hjá íbúgvunum í Lambagerði.

Hóast bilførarin eftir øllum at døma kom væl frá hendingini, so var materielli skaðin stórur, og íbúgvarnir á staðnum vóru enn einaferð vitni til alt tað dramaið sum stendst av slíkum, við alskyns bjargingarfólki, -akførum og útgerð.

- Dótturin var á loftinum og legði børn at sova, og hon segði, at hon ivaðist ikki í, at bilurin var endaður inni í húsinum, so hvøllur var bresturin, sigur viðkomandi, sum ikki leggur í at verða nevndur við navni.

VP hevur tosað við fólk úr fleiri húsum í Lambagerði.

Ein teirra, sum hevur búð á staðnum í 20 ár, sigur, at hetta er 8 ferðin at eitt ógvusligt ferðsluóhapp hevur verið har, og í fleiri førum eru bilar komnir flúgvandi gjøgnum luftina, og eru endaðir í túninum, sum vera man til miklan ampa hjá teimum sum búgva har.

- Skelkurin situr enn í kroppinum av hendingini í gár. Tað er bara eitt undur, at ongin av okkum nakrantíð er komin likamliga til skaða, tí tað er fleiri ferðir hent, at bilarnir eru endaðir har, sum vit vanliga plaga at vera uttanfyri húsini, verður sagt.

- Ommudótturin lá og svav í barnavogni uttanfyri húsini nakrar tímar áðrenn hetta hendi. Vit kenna okkum als ikki trygg.

Íbúgvarnir nevna eisini, at serliga tann tunga ferðslan hesa seinastu tíðina hevur verið nógv størri enn vanligt tey seinastu nógvu árini, tí grót verður koyrt úr Sandoyartunlinum gjøgnum Havnina.

- Tað kemur alt her framvið. Og vit orka ikki tankan, hvat kann henda, um tað verður ein av hesum bilunum sum av onkrari orsøk ikki steðgar, men heldur fram og endar við at renna á her.

- Men hava tit vent tykkum til myndugleikarnar við hesum?

- Ja, vit hava kært okkara neyð har. Men vit fáa bara at vita, at tað ber ikki til at seta størri forðingar upp, tí so kann tað blíva ov vandamikið fyri bilin sum møguliga rennir á. Vit skilja púrt onki.

VP hevur biðið Heðin Mortensen, borgarstjóra, um eina viðmerking til málið.

Les eisini:
Heðin Mortensen: Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo