Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 113/2019 eftir § 52a í tingskipanini viðvíkjandi starvssetan av læknum frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni

Spurningurin var soljóðandi:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til introstørv?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði borið til at stytt bíðitíðirnar í heilsuverkinum og havt meira støðugar læknar í økjum, har tað mangla læknar, um starvsfólkatilfeingið bleiv gagnnýtt betur?

Svar:

Til spurning 1
Í 2004 varð serstøk játtan sett á stovn til útbúgving av yngri læknum í føroyska heilsuverkinum. Endamálið við játtanini var at styrkja útbúgvingina av kommunulæknum og sjúkrahúslæknum í Føroyum.

Landssjúkrahúsið umsitur kontuna, og í leiðbeining frá Heilsumálaráðnum er sett, at í minsta lagi tvey høvuðsútbúgvingarstørv verða sett um árið innan almen medisin (kommunulæknar) – og trý fimta hvørt ár.

Skipanin við útbúgving av kommunulæknum hevur virkað sera væl, síðani hon varð sett í gildi. Hesi árini eru útbúnir 29 kommunulæknar í Føroyum.

Hinvegin hava Landssjúkrahúsið og Heilsutrygd víst á, at tørvur er á enn fleiri høvuðsútbúgvingarstørvum umframt introstørvum bæði innan almen medisin og aðrar sergreinar innan Sjúkrahúsverkið.

Eg viðurkenni, at tørvur er á fleiri útbúgvingarstørvum í skipanini, tí fari eg at taka málið upp við avvarðandi partar í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fyri 2021.

Við fleiri introstørvum innan aðrar sergreinar á sjúkrahúsunum, høvdu fleiri føroyskir yngri læknar havt møguleika at koma til Føroyar at arbeiða millum lestur og høvuðsútbúgvingina.

Royndir hava víst, at tað at knýta bond við læknar undir útbúgving, økir heilt vist um møguleikan fyri, at hesir velja at koma til Føroyar aftur seinni á teirra starvsleiðum.

Til spurning 2
Roynt verður alsamt at menna útbúgvingarstøðini, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Kommunulæknaskipanini. Hesi átøk hava borið ávøkstur, og er áhugin hjá føroyskum læknalesandi at venda aftur til Føroyar eftir loknan lestur nú ovurstórur.

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri sergreinar góðkendar til introstørv og partar av høvuðsútbúgvingarstørvum. Tað vil siga, í løtuni eru bæði umsøkjarar og tøk útbúgvingarpláss, men í verandi játtan til útbúgving av yngri læknum, er ikki fígging til fleiri útbúgvingarstørv.

Fleiri útbúgvingarstørv á Landssjúkrahúsinum høvdu havt við sær meiri orku til kanningar og viðgerðir, og harvið hevði verið møguligt at stytt um bíðilistarnar.

Tað eru 34 kommunulæknaviðtalur í Føroyum. 26 av kommunulæknaviðtalunum eru mannaðar við kommunulæknum í føstum starvi; meðan hinar 8 kommunulæknaviðtalurnar eru mannaðar við avloysarum.

Havandi í huga aldurin hjá kommunulæknunum og talið av læknum undir útbúgving, sum verða lidnir næstu trý árini, eru ikki útlit fyri, at fleiri av leysu størvunum verða mannaði við føstum lækna komandi árini.

Tí vil eg frameftir arbeiða fyri, at fleiri læknar koma í útbúgvingarstørv. Til kunningar eru í útbúgvingarskipanini í løtuni: 16 KBU-læknar (Klinisk Basis Uddannelse), 8 læknar í introstørvum innan ymiskar sergreinar og 10 læknar undir høvuðsútbúgving til kommunulækna.

Heilsumálaráðið, 3. juli 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo