Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Frá februar í fjør til mai í ár eru meira enn 80 ársverk fleiri inni í dagstovnaskipaninaí, svarandi til ein vøkstur uppá heili 16%.

Dimma skrivar í vikuskiftinum, at stórur trupulleikar eru at fáa endarnar at røkka saman í dagsstovnum í Tórshavnar kommunu, og vísir á dømi úr einum dagsstovni, har komið er fyri, at foreldur hava fingið boð um at koma eftir børnunum fyrr enn vanligt. Men tað stendur ikki so illa til, sum ein kann fáa fatan av.

Avbjóðingar eru vegna starvsfólkatrot av og á. Men trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur gjørt vart við, at talan er ikki um nakra kreppustøðu, talan hevur verið um einstakar dagar í hesi viku og farnu viku, og nakað verður skorið niður í næstu viku. Hetta er tó alt í tí minstu skerjingini, tvs. millum kl. 15-17.

Veruleikin er, at nýggjastu tølini frá okkara starvsfólkadeild siga eina góða søgu. Tølini benda á, at dagstovnaøkið hevur vunnið atdráttarmegi aftur í mun til at fáa starvsfólk. Talið á starvsfólkum er vaksið nógv síðan i fjør.

Um vit samanbera tølini frá februar 2021 við tølini frá mai í ár, so eru tað meira enn 80 ársverk fleiri í skipanini nú – svarandi til ein vøkstur uppá 16%. Vøksturin av námsfrøðingum er sama tíðarskeið uppá 10%.

Hetta eru gleðilig tíðindi sum benda á eina skilagóða vend. Hetta vísir eisini, at tær 10 miljónirnar til fyrireikingartíð, sum góvu umleið 30 nýggj ársverk, ivaleyst hava hjálpt væl til ta góðu gongdina.

Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo