Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í næstu viku koma meira enn 80 granskarar og læknar til Føroya á ráðstevnu um epilepsi. Ráðstevnan ber heitið ”Focal Epilepsy Conference” og er ein altjóða vísindalig granskingarráðstevna við luttakarum úr fleiri evropeiskum og skandiaviskum londum umframt USA og Avstralia.

Tað er Mice Faroe Islands, sum saman við Amplexa Genetics i Odense og epilepsiklinikkini Filadelfia í Dianalund skipar fyri ráðstevnuni, og eru tey sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa ráðstevnuna higar.

Mice Faroe Islands arbeiðir við at gera Føroyar til ferðamál, tá tað snýr seg um ráðstevnur og fundir, og er stóra epilepsi-ráðstevnan ein liður í at menna føroysku vinnu- og fundarferðavinnuna. Hetta slagið av vinnu nevnist mice-vinna (mice = meetings, incentives, conferences and exhibitions)

Flestu ráðstevnur verða lagdar til rættis fleiri ár frammanundan, og kappingin er hørð millum heimsins býir og lond at fáa ráðstevnur og fundir hildnar júst hjá teimum. Hesar ráðstevnur og fundir eru oftast uttanfyri háárstíð, tá ið ikki nógv vanlig ferðafólk eru, og pláss tískil er fyri fleiri gestum, bæði til hotellir, matstovur, mentanartilboð og aðrar ferðavinnnutænastur.

Á Mice Faroe Islands – ella bara Mice.fo, sum tey kalla seg – eru tey bjartskygd og vóna fram eftir at fáa fleiri gestir hendavegin at halda ráðstevnur og fundir. Í flestu býum rundan um okkum er mice-vinnan í stórum vøkstri og leggur nógv eftir seg, tí ráðstevnu- og fundargestir eru eins og vanlig ferðafólk áhugað í at uppliva ferðamálini og mentanirnar, har ráðstevnurnar eru.

Mice.fo hevur fingið epilepsi-ráðstevnuna í lag í samstarvi við Amplexa Genetics, ið er ein donsk fyritøka við serfrøði at gera genetiskar kanningar, og Epilepsihospitalet Dianalund.

Eisini Epilepsifelag Føroya stuðlar ráðstevnuna og hevur millum annað boðið ráðstevnugestunum til ein galladøgverða á Hotel Hafnia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo