Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Av teimum um 100 mió kr, sum føroysku miðlarnir kosta íalt árliga, fær KvF o.u. 80 mió kr frá skattgjaldarunum.

Eini 80 fólk arbeiða í KvF, og tey munu hava eini 2-300 heimildarfólk.

Øll ganga inn og út regluliga sum gjøgnum eina svinghurð. (Tað tykist eisini galda starvsfólk, ið koma og fara, sum teim lystir).

Tað merkir, at 52.700 føroyingar súpa tíðindareyðgreyt frá KvF hvønn dag.

Vit hoyra aldri eina støðugreining av nøkrum, ið lýsir veruleikan høgru megin miðjuna, sum helvtin av føroyingum hugsar og ynskir at hoyra.

Tað gav at býta fyrr í vikuni, tá KvF á middegi og D&V um kvøldið válkaði sær í syndarliga gøluni, tá eini 100 professionell bølmenni brutu inn í amerikansku Kongressina og steðgaðu tingfundinum í nakrar tímar.

Flestu innbrotsfólkini hoyra til marxistisku Antifa og Black Lives Matter (BLM).

Løgreglan hevur síðan handtikið 68 vituggi til rættarsókn.

Nøkur 100 fólk av 500.000 Trump-fjepparum, ið mótmæltu friðarliga uttanfyri, róku inn gjøgnum tær opnu dyrnar inn í forhøllina (Rotunda), men rýmdu sjálvi útaftur.

100-tals republikanskir leiðarar og politikarar, t.m. Trump forseti, konservativ tíðindafólk og viðmerkjarar á øllum stigum, hava eintýtt og einmælt fordømt hesa ódemoratisku beistagerð, ið kom USA í ringt orð millum mótstøðulond, serliga Kina og Iran, ið helst stuðlaðu tí korrupta Joe Biden.

Trump kyndi undir kensluketlarnar hjá fundarfjøldini, men mælti ikki fólki til herverk. Hann bað tey fara heim av fólkafundinum í friði, tó eftir sjálvt álopið.

So til føroyska 80% almenna tíðindamonpolið:

Tey 8 fólkini, vertar og ‘sakkøn’, ið úttalaðu seg í ÚF á middegi og í D&V um kvøldið, vóru sum vant púra samd sínámillum og við DR, BBC, CNN, MSnBC, ABC, NBC, NYT, WP, at Trump er ein Hitler og má koma fyri ein ríkisrætt (hetta er triðja royndin).

KvF mikudagin var sum at hoyra dunnugvagg undir fóðring. KvF er sama ekkókamar sum vant. Einki sjónarmið til høgru fyri miðjuna. Bert sama 24/7 útspilling av Trump sum farnu 5 árini í amerikansku 80% monopolpressu.

Í 8 ár við Obama hoyrdist bert einglasongur um henda sosialistiska ‘messias’, veruliga skápsmuslimur, kryptokommunistur og rasistur ímóti hvitum fólki (t.m. Churchill, Mozart, Rembrandt og Lincoln) ið eru rótin til alt ilt í heiminum.

Dems hava gartað meiri enn vant síðan innbrotið á Capitol Hill, kallað Trump, republikanar og hvønn høgravendan ‘devil og dølg’. Sami goragangur í 5 ár.

Republikanar hava kolldømt beistagerðina á Capitol. Men vit hoyrdu einki mótmæli frá Dems ísummar, tá Antifa og BLM við sori og morði brendu og rændu flestu Dem stýrdu stórbýir hvørja nátt. Virði fyri $ 4 mia (4 føroyskar fíggjarlógir) løgd í oyði og 100-tals fólk deyð. Eingi mótmæli frá vinstru.

Dem myndugleikar eggjaðu sínum barbarisku skutilsveinum at oyða almennar og privatar ognir, minnisvarðar o.a. Dems skerdu játtanirnar til politiið, tí alt ráddi um at knúsa búskapin fyri at fella Trump. 90% monopolpressan tagdi.

Beint fyri valið stongdu sosialu miðlarnir, Google, Twitter, Instagram og Facebook (hvørs stjóri, milliarderurin Zuckerberg rindaði Biden og Dems $400 mió (=2,6 miljard kr) til m.a. at tryggja, at USA aftur fellur til kníggja fyri Kina.

Næsta verður útgávu- og prentbann, og so bókabrenningar. Einki kis i KvF.

Próvføstu søgurnar um Hunter Biden, ið hevur drigið 100-tals mió US$ úr Irak, Ruslandi, Ukraina og Kina heim í familjufórið, so korrupti pápin, Joe, gjørdist millióningur av at svíkja USA og stuðla Kina at yvirtaka USA.

Við skarnsgerðini at steingja sosialu miðlarnar fyri øllum høgravendum tonkum móti Dem stjórnini og flokkinum, er pressan har nú 90% sosialistisk.

Trump fekk 75 mió atkvøður (6 mió fleiri enn Obama í 2008) og allar taldar upp valkvøldið. Joe Biden fekk 80 mió atkvøður, taldar upp vikuna eftir valið!

Valsvik við fleiri mió ‘brævatkvøðum’ frá deyðum sum livandi fór ivaleyst fram.

Eitt 78 ára gamalt heilasvunnið hím sum Joe Biden varð goymt í sínum egna kjallara í summar av skutilsveinum, fekk 12 mió fleiri atkvøður enn sjálvur Obama í 2008?

Bert við listum, lótum og lygnum!

40% av amerikanum eru sannførdir um, at valsvik fór fram. Men valdstættin í ‘mórulendinum’, stóð saman sum ein maður og noktaði at kanna valsvikið.

Vreiðin hjá Trump-veljarum, helvtin av amerikanska fólkinum, stendst av, at yvirstættin, teir ‘salvaðu’, vinstravendu globalistarnir, vanvirða vanlig fólk. 132 $-milliardingar stuðlaðu Biden, ið hevði dupult so stóran valkassa sum Trump.

Í 1917 tóku marxisturin Lenin og bolsjevikkar valdið í Russlandi, í 1923 fasisturin Mussolini og svartskjúrtur Italia, í 1933 nationalsosialisturin Hitler og brúnskjúrtur Týskland, í 1939 Franco og falangistarnir Spania.

Eftir kríggið hava ótaldir sosialistiskir einaræðisharrar (‘stammuhøvdingar) tikið valdið í gomlu evropeisku hjálondunum. Alt endaði við planbúskapi og ruðuleika, neyð, kríggi og deyða við yvir 100 mió líkum á sosialismunar altari.

Uttan talu-, skrivi- og trúarfrælsi verður Amerika skjótt sosialistiskur einflokka-statur frá 2021 og frameftir. Tey vinstrahallu sleppa aldri valdinum aftur.

Uttan politiskan, demokratiskan og kristnan moral, uttan klettafasta valskipan og vard landamørk verður USA skjótt eitt U-land.

So ræður kinesiski kommunistaflokkurin øllum heiminum um 10 ár, sum hann nú ræður í Afrika.

Men tað leggur KvF, 80% almenna monopolpressan í Føroyum, vertin á.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo