Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hesar kvinnurnar hava nátt ein høgan aldur. Onnur er mamma mín, Signhild Hansen, sum fyllir 80 ár í dag 5. september, og hin er vermamma mín, Maria Egholm Jacobsen, sum fyllir 90 ár 12. september.

Hendan myndin er tikin í Kastrup, tá tær báðar eru á veg heim til Føroyar eftir at hava verið í brúdleypi hjá einum ommusyni í Svøríki fyri tveimum árum síðani. Tann túrin gloyma tær avgjørt ikki.

Eg vil ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við fødingardøgunum, og takk fyri alt sum tit hava verið og eru fyri okkum øll.

Anna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo