Hagstovan: Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli.
Tað eru góðar 25 milliónir ella 3% meira enn sama mánað í fjør.
Eins og fyri løntakararnar benda seinastu uppgerðirnar fyri lønargjaldingarnar á eina V-gongd við skjótari uppgongd í lønunum eftir fallið í apríl og mai, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo