Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kanningarstøðini eru væl vitjað í løtuni. Henda myndin er úr Klaksvík. Mynd: VP

Kanningarstøðini eru væl vitjað í løtuni. Henda myndin er úr Klaksvík. Mynd: VP

Kanningarstøðini eru væl vitjað í løtuni. Henda myndin er úr Klaksvík. Mynd: VP

Koronatølini í Føroyum tykjast bert kenna ein veg í løtuni. Í gjár vórðu 89 tilburðir staðfestir. Fyrradagin vóru tilburðirnir 38 í tali, og dagin áðrenn 26, við øðrum orðum 153 tilburðir í tríggjar dagar, og tað er ongantíð hent áður.

Tilsamans eru nú 216 smittað og 288 í sóttarhaldi. Ongin er innlagdur.

Harðast rakt eru Eysturoyggin og Norðoyggjar, ímeðan tey sleppa lættast á Sandoynni sambært tølunum hjá landslæknanum.

Landslæknin, Lars Fodgaard Møller og formaðurin í farsóttarnevndini, Michael Boolsen, søgdu í felags tíðindaskrivi sum teir sendu út í gjár, at tað er nýggi delta-varianturin sum nú av álvara ger um seg í Føroyum, og at tað serliga eru børn og ung sum verða smittað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo