Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Kommunan hevur í nógv ár arbeitt við at gera eina útstykking í Nólsoy. Tað varð gjørt eitt prosjekt við 15 grundstykkjum, men bert 8 stykkir vórðu gjørd klár.

Ætlanin var at gera restina, alt eftir hvussu stórur eftirspurningurin fór at verða. Eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Nólsoy er nú so stórur, at útstykkingin eigur at verða gjørd liðug.

Tað vísir seg, at tað er pláss fyri 17, heldur enn 15 grundstykkjum. Tað vil siga, at hendan nýggja verkætlanin verður 9 grundstykki.

Sambært kostnaðarmeting vil tað kosta um 1.5 miljón at gera útstykkingina klára til tey 9 írestandi grundstykkini. Í fyrstu atløgu er talan um útlegg í sambandi við gerð av nýggjari útstykking. Tá øll stykkini eru seld, hvílur verkætlanin fíggjarliga í sær sjálvum.

Mælt verður nú til at gera arbeiðið klárt til útboð, at taka av lægsta tilboði og at seta arbeiðið í gongd. Fíggjarnevndin hevur samtykt málið, sum kemur fyri býráðið hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo