Í kjaki er tað ofta hann ið órættin hevur, sum harðast rópar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ein lesari hevur sent myndir av granulati í 9 sekkjum sum standa millum tveir bygningar í Miðvági.

- Ein sekkur var hálvfullur, ein annar var koppaður, umframt at hol og rivur vóru á tveimum øðrum, so teir mugu hava staðið har leingi, skrivar lesarin.

Víðari verður sagt í tekstinum saman við myndunum, at granulat fleyt á kajini framman fyri sekkirnar, so tað sigur seg sjálvt, at tað fer um alt økið við vindi og regni.

- Hvør eigur hesar sekkirnar, og hvør hevur ábyrgdina av at teir eru dumpaðir har í staðin fyri at vera burturbeindir? spyr lesarin, sum eisini hevur sent spurningin víðari til Vága kommunu og Umhvørvisstovuna.

Myndirnar eru tiknar 6. juli í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo