Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í øldir hava okkara forfedrar sungið og kvøðið í gleði og í sorg. Sangur var teirra styrki og bjarging í strævnari og tungari tilveru: Sorrig og glæde de vandre til hobe, lykke, ulykke de gange på rad…

Ætt undan ætt varð teirra sangur væl goymdur. Uttan skrivað orð varð tann føroyska sálin avmyndað og bjargað.

At sálin varð bjargað, hava vit fram um alt skilafólki í Danmark og í Føroyum fyri at takka. Fyri 250 árum síðani gjørdust hesi fólk varðug við, at dýrgripur var at finna í tí føroyska málinum við ongum skriftmáli.

Hesi fólk løgdu árar út at fáa okkum føroyingum eitt skriftmál.

***

Í 1947 var undirritaðí í einari veitslu í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn. Har hendi so tað, at ein maður varð leiddur inn á gólvið, har sligið varð í ring til føroyskan dans. Hesin maðurin, sum varð leiddur inn á gólvið, var blindur. Hann skipaði kvæðið við kenda niðurlagnum: ”Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum.”

Eg sat sum negldur og fór ikki uppá gólvið. Hetta var andakt, sum rakk til Várharra.

Eina aðru ferð var eg í vertskapi, eisini í Keypammahavn, har Regin Dahl við klaverið improviseraði og sang egnar yrkingar og løg.

Eisini tá sat eg negldur.

Eina ólavsøkunátt, hálv øld síðani, kvóðu sumbingar í túninum uttan fyri Sjónleikarhúsið. Ein vøkur summarnátt, veðrið av tí fagrasta. Og fitt av fólki.

Eingin fór í ringin at órógva dansin..

Ein opera. Eitt drama.

Og so kvøldið 16. februar 2019.

Norðurlandahúsið hevði hetta kvøldið flutt seg upp á hægstu rók.

Høllin á tremur.

9. symfoniin hjá Beethoven!

Høvdu vit við hesum spent bogan í so nógv?

Ludwig van Beethoven varð føddur tann 17. desember 1770 og hann doyði 26. mars 1827. 

Beethoven gjørdist so líðandi deyvur. 

6. oktober 1802 skrivaði Beethoven eitt hjartanemandi bræv til brøður sínar Karl og Johann. Um tað mundi helt Beethoven til í bygdini Heiligenstadt nærindis Wien. Tessvegna er brævið kent undir heitinum Heiligenstadt-testamentið. Brævið byrjar soleiðis: ”Áh, tit menniskju, sum halda meg vera hatskan, stívrendan og mannaillviljandi, hvønn órætt gera tit mær ikki. Tit kenna ikki tað dulda, sum kann vera orsøkin til tykkara hugsan. Heilt frá barnaárum hevur mítt hjarta og sinn verið tongt at góðsku og vælvild…..

Føddur við eldsál, livandi sinni og opin fyri skemti og veitslulívi noyddist eg longu tíðliga í mínum lívi at liva fyri meg sjálvan og í einsemi…..Áh, hvussu skuldi eg viðganga, at sansurin, sum hjá mær skuldi verið meira fullkomin enn hjá øðrum, sveik; ein sansur, sum eg eina ferð átti í so ríkiligum máti, so ríkan, sum tað bara er unt teimum fáu. Nei, tað orki eg ikki……  Tolsemi, soleiðis ljóðar tað, má eg nú velja sum mína leiðarastjørnu…….  Longu í mínum 28. ári var eg noyddur av vera heimspekingur, tað er ikki lætt – hjá einum listamanni er tað tyngri enn hjá nøkrum øðrum…….. Lærið tykkara børn, at einans viljin til tað góða kann skapa eydnu, ikki peningur. Eg tosi av egnum royndum. Tað var viljin til tað góða, sum helt mær uppi, sjálvt í neyðini…… Við gleði gangi eg deyðanum á møti. Kemur hann, áðrenn eg havi fingið møguleikan at royna listagávurnar til fulnar, so kemur hann, hóast mína hørðu lagnu, kortini ov tíðliga, og eg hevði tá ætlandi ynskt, at hann kom seinni……..Kom tá ið tú vilt, eg gangi tær djarvur á møti…..” 

Í 1808 var deyvleikin so framkomin, at Beethoven illa fekk verið við í vanligum práti. Seks ár seinri varð hann noyddur at gevast sum tann gudaborni pianistur, hann var, og hann hoyrdi heldur ikki tað, ið fólk róptu til hansara. Í 1818-1820 var hann stokkdeyvur.

Tá ið tann ódoyggiliga 9. symfoniin á fyrsta sinni varð framførd tann 7. mai 1824 í Wien, stóð Beethoven á pallinum undir liðini á dirigentinum. Hann var sum sagt stokkdeyvur, hoyrdi einki.  Hann varð tá so væl móttikin og heiðraður, at politiið  noyddist at leggja uppí fyri at fáa ró i sjónleikarhúsinum.

Um hesa 9. symfoniina skrivaðu bløðini: ” Framúr góðu evnini hjá Beethoven vístu seg aftur i hesum stórfingna, umfatandi verki heilt í ungdómsins frumkynstri og megi, sum avdúkaði ein nýggjan heim í teirri heilagu listini.”

Á upprunapartiturið og byrjunarsatsin til ta veldugu messuna Missa solemnis skrivaði Beethoven: Von Hertzen – möge es wieder zu Hertzen gehen.” Tað tók honum fleiri ár at gera hesa miklu messu fyri soli, kór og orkestur lidna, men tá ið hon varð framførd í 1823, hoyrdi hann einki. Stokkdeyvur.

24. mars 1927 varð honum veittur altarsins sakramenti. Tá ið bírættingin var liðug, segði hann døsin: “Plauditi, amici, comoedia finita est!” (Klappið, vinir, leikurin er liðugur). Hetta vóru hansara seinastu orð.

Jarðarferðin var tann størsta, fólk vistu um, eini 20.000 fólk fylgdu Beethoven til jarðar.

Hann doyði 56 ára gamal – tá vorðin ódeyðiligur.

Beethoven varð útnevndur heiðursborgari í Wien í 1815, tá 45 ára gamal, næstan heilt deyvur.

Aftur til symfoniorkestrið og kórið í Norðurlandahúsinum:

Hetta kvøldið ljómaðu fagnaðartónar og fagnaðarsongur: Freude! Seid umschlungen, Millionen! Brüder – überm Sternenzelt muss ein lieber Vater wohnen…..

Í Elysium –  har tey ódeyðiligu dvølja – lurtaðu Beethoven og Herbert von Karajan og Schiller og Bakar Hansen. Teir nutu løtuna.

Og frá okkum, sum lurtaðu hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum, fáa Bernhardur Wilkinson, Tóra Vestergaard, allir solistarnir, alt sangkórið og symfoniorkestrið rós og tøkk við strúkaraeymleika, við lúðrablástri og við paukumegi.

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo