Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í Eysturskúlanum hava næmingarnir gjørt eina fjøru við ymsum, tey hava funnið niðri í fjøruni

Í Eysturskúlanum hava næmingarnir gjørt eina fjøru við ymsum, tey hava funnið niðri í fjøruni

Havstovan: Henda vikan á Havstovuni hevur verið merkt av næmingavitjan.

Umleið 90 næmingar úr miðdeildini hjá Eysturskúlanum hava vitjað – hetta hevur verið skipað í holdum við tveimum holdum hvønn dag í tríggjar dagar.

Orsøkin til at hesir næmingar komu at vitja er, at miðdeildin hevur evnisviku um fjøruna, og í tí sambandi vitja tey millum annað Havstovuna og Sjósavnið.

Á Havstovuni hava næmingarnir hoyrt um sjóvarfall og upprunan til flóð og fjøru.

Síðan hava tey hoyrt um ymisk fiskasløg og annað livandi í sjónum og um føðiketur, t.v.s. hvør etur hvønn í sjónum.

Eisini hava tey verið ein túr í fiskakjallaranum, har tey hava sæð ymsar fiskar.

Ein toskur og eina hýsa blivu kruvd, og hugt varð millum annað at, hvat kyn fiskurin var, og hvat hann hevði etið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo