Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sambært nýggjast uppgerð eru tað 900 føroyingar, ið hava eina tarmsjúku, og eru tað árliga eini 30-40 fólk, sum fáa staðfest hesar ósjónligu sjúkurnar, Morbus Crohn og Colitis ulcerosa, og aðrar líknandi tarmsjúkur.

Hesi hagtøl fortelja samstundis at Føroyar er tað land í heiminum, ið hevur hægsta títtleika av tarmsjúkum, t.d. tríggjar ferðir fleiri tilburðir samanborið við okkara norðurlendsku grannar.

Eyðkennini fyri sjúkurnar eru, diarre, har fólk mugu á vesið eini 10 ferðir ella fleiri um dagin, blóð og slím í afførninginum, møði og fyri summi, pína.

Sjúkurnar kunnu sum oftast viðgerast við heilivági, og til tíðir við dýrum biologiskum heilivági.

Í ringastu førum, gerst tað neyðugt við skurðviðgerðum.

Colitis-Crohn Foreningen Danmark, fer tí at hava stovnandi aðalfund, hóskvøldið 5 mars kl 19, í Auditorinum í Smæruni í hølunum hjá Starvsmannafelagnum.

Til fundin, fer Óluva Hermansen, kvøldskúlalærari, at greiða frá sínari sjúkugongd, frá at vera sjúk, til nú at liva við einari stomi, tí at tjúkktarmurmin mátti takast.

Til fundin verður eisini luttøka av forkvinnuni í danska felaganum, Charlotte L. Nielsen og skrivarinum, Teitur Vágadal.

At liva við einari tarmsjúku, er fyri mong einsligt, tí at sjúkurnar eru fengdar av tabu, tí at tað so privat, og ikki so vanligt at práta um, samstundis, sum tað ikki sæst at fólk hava hesar sjúkur.

Við einum føroyskum sjúklingafelagið, ið vil upplýsa og skipa fyri tiltøkum, kann tað vera við til at hjálpa teimum, ið eru rakt av hesum sjúkum.

Fundurin verður hóskvøldið 5 mars kl 19, í Auditorinum í Smæruni í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Scrøtersgøta 9.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo