Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í vórðu 905 fólk koppsett. 630 fólk fingu fyrra prikið og 275 fólk fingu seinna prikið.

Nú eru tilsamans 36.442 kopppsetingar gjørdar í Føroyum. 22.511, tað svarar til 42,3 prosent av fólkatalinum, hava fingið fyrru koppsetingina. 13.931, tað svarar til 26,2 prosent av fólkatalinum fólk, hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tríggir nýggir smittutilburður vóru staðfestir mánadagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Tveir persónar eru partur av kendari smittuketu, meðan tað enn ikki er greitt, hvussu tann triði persónurin hevur fingið smittuna.

1202 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 288.060 kanningar.

747 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 709 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 37 persónar smittaðir við koronu, og 275 fólk eru í sóttarhaldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo