Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað er ikki á hvørjum degi, at Blái Krossur hevur tílíka vitjan, sum vit hava næstu dagarnar. Og langt er síðani seinast, at sjálvur aðalskrivarin hjá altjóða Bláa Krossi hevur vitjað í Føroyum.

Leiðslurnar í blákrossfelagsskapunum í Norðurlondum koma saman einaferð um árið at tosa um felags viðurskifti. Fundurin skiftir millum Norðurlondini, og hesaferð er fundurin í Havn 6. og 7. juni.

Í hesum sambandi er aðalskrivarin hjá altjóða Bláa Krossi, Anne Babb, í Føroyum. Anne er úr Finnlandi og hevur verið aðalskrivari í altjóða Bláa Krossi síðstu fýra árini. Nú hon er í Føroyum, tekur hon eisini lut á tveimum møtum, nevniliga í missiónshúsinum á Toftum leygarkvøldið 4. juni kl. 20, og sunnukvøldið 5. juni kl. 18 í Meinigheitshúsinum í Havn.

Hon fer í orðum og myndum at greiða frá tí víttfevnandi arbeiði, ið Blái Krossur ger úti í heimi. Tulkað verður til føroyskt.

Møtini eru almenn.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo