Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

BETRI Trygging: Í hesum døgum eru hópatals føroysk ungfólk, sum gleða seg til at fara á eftirskúla ella burtur í lond sum skiftisnæmingar eftir summarferiuna. Somuleiðis eru hópatals foreldur, sum nú stúra um, hvussu tað skal ganga teirra dýrabarastu, sum skulu avstað.

Tað kann jú vera ilt at vita, hvussu tey fyrireika seg sum best - og hvat tey eiga at minnast til og fáa í rættlag undan fráferð.

Tískil skipa Betri Trygging og Betri Banki fyri kunningarkvøldi, ið er ætlað foreldrum at ungum, sum skulu á AFS ella eftirskúla - og teimum ungu sjálvum.

Tiltakið verður á Kongabrúnni hóskvøldið 5. mai kl 19.00, og har vera góð ráð at heinta - bæði um tryggingar, netbanka, kort og annað. Eisini verður samrøða við barn og foreldur, sum hava royndir av eftirskúla. Tey geva góð ráð og greiða frá um royndirnar, tey gjørdu hetta árið.

Tiltakið varar ein tíma, og tað er ókeypis.

Til ber at síggja skránna, lesa meira og melda til tiltakið á

https://www.betri.fo/trygging/tilmelding-til-eftirskulatiltak

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo