Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Kvívíkar skúli gjørdi nógv burtur úr evnisdegnum um happing, mikudagin 21. oktober. Næmingarnir vórðu bodnir á kafé, har teir á ymsan hátt arbeiddu við evninum, og har vóru teir allan dagin. Allir skúlar høvdu evnisdag um happing eftir boðum frá Mentamálaráðnum, og summir skúlar gjørdu meiri burturúr enn aðrir, eitt nú Kvívíkar skúli.

Í Kvívíkar skúla eru 53 næmingar og í løtuni seks lærarar. Normeringin er fimm lærarar. Kvívíkar skúli er skipaður í 1.-7. flokk. Framhaldsskúlin er í Vestmanna. Skúlaleiðari í Kvívík er Høgni Warberg.

Lærararnir í skúlanum settu seg saman at leggja evnisdagin, 21. oktober til rættis. Høgni Warberg hevði eina framløgu, her hann legði áherðslu á slagorð sum t.d., at trivnaður skal til fyri at vinna á happing, at happing er kapping, her eingin vinnur, at góður trivnaður ber í sær, at øll vinna, at "vit vilja øll hava tað gott, kenna okkum væl og hoyra til, tí eingin vil vera útihýstur ella happaður".

Boðini vóru eisini, at "tú skalt vera móti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu vera móti tær", "ótti og ótryggleiki førir til happing", og "samanhald, arbeiðsfriður og góðlyndi føra til trivnað".

Happing er einki nýtt fyribrigdi. Fyri 100 árum síðum (1915) yrkti Hans Andrias Djurhuus "Tey standa og vagga". Á evnisdegnum løgdu tey í Kvívíkar skúla fyri við morgunsangi, sum var henda yrking og sungu hana við lagnum hjá Albert Møller. Yrkingin hevur verið, er og verður endurgivin við mangt høvi – eisini í sambandi við happing.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo