Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sveinur, ið rópar seg Jóan Pauli Dahl Jakobsen, situr eftir øllum at døma og keðir seg – grimdarhugaður - á einsamallari talgildari oyggj onkustaðni í heimi. Ein politiskur flokkur í Føroyum hevur givið honum andaneyð og ringan skriða, sum er lopin oman í lógvar hansara, og Tjóðveldisflokkurin fær av at vita umvegis knappaborðið og Vágaportalin.

Tilelving hansara tykist vera, at hann er stórfjeppari hjá danska statinum, Føroya Javnaðarflokki - serliga serligu deildini á Danatingi – og Føroya Politistafelag. Hesi trý - og størst av øllum hesum man vera danska statsmaktin.

Orsøkin til grein hansara er ein donsk løgreglulóg, sum Føroya løgting hevur blástemplað endaliga í vikuni sum fór. Danska løgreglan í Føroyum hevur sambært honum virkað í praksis eftir lógini í mong ár, hóast Løgtingið ikki fyrrenn nú legði sína politisku tyngd í lógina. Jakobsen staðfestir við hesum, í sjálvum preamblinum, uttan at vita tað sjálvur, at tað er ein skríggjandi andsøgn í stjórnarrættarligu viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar.

Føroyar eru hjáland og Danmark er hjálandaveldi okkara.

“Móðurlandið hjá føroyskum javnaðarmonnum er altíð har, sum pengarnir hjá hinum eru.” Ein sálaður prestur skal einaferð hava tikið til hesi orðini, og ongin ivi er um, at móðurlandið hjá Jóan Paula er danski staturin og ditto ríkiskassin. Hansara politiska útgangsstøði er í Keypmannahavn, og alt snýr seg um hvussu danir inn í evigheitina kunnu varðveita valdið yvir føroyska matriklinum.

Neyvasta visuella myndin av donskum valdi í Føroyum, er ein føroyskur løgreglumaður í donskum embætisbúna, sum við lurki og skammbyrsu kemur spákandi omaneftir Niels Finsensgøtu. Teir agera bara í mun til lógvarnar, sum teir fáa mettuna úr. Neyvan hevur Jóan Pauli lisið Líggjas í Bø og Arnstein Niclasen, um Læknastríðið, táið hann tvíheldur um, at: “Løgreglan kann ikki upploysa stórar fólkamongdir og tilkalla herin. Trúgvi ikki at nakar politiskur flokkur í Føroyum hevði góðtikið hetta.” Norðoyingar vita hvørji vápn danska statsmaktin tekur í brúk, tá tað stendur um neppingina, og valdið yvir hjálandinum skal verjast.

Danskir socialdemokratar vóru ljósmøður, táið føroyska deild teirra sá dagsins ljós, og føroyski Javnaðarflokkurin megnaði ongantíð faðirdrápið, at loysa seg frá koloniala harramentalitetinum. Saman við Sambandsflokkinum er hann mesta trygdin fyri, at danir enn eiga Føroyar.

Flokkurin, sum hevur volt Jóan Paula allan hendan herviliga skriðan, Tjóðveldisflokkurin, var av hugsjónarfólki stovnaður, til tess at skipa føroysku tjóðina sum ein nationalstat - og at virka fyri korunum hjá vanliga fólkinum í landinum.

Í hesum fake-news tíðum var hendan viðmerkingin hjá Jóan Paula óvanliga komisk: “Og skulu vit tosa um at yvirtaka økir, so kann eg bara vísa á, at av øllum teimum stóru flokkunum hevur Tjóðveldi verið við til at fremja fæst yvirtøkur. Javnaðarflokkurin hevur heimtikið fleiri økir enn Tjóðveldi hevur.”

Og eg sum trúði, at hesin Jóan Pauli var ein lærdur maður, men kanska er øll læran skeiklað av kós eftir ov nógv samskifti við ein falnan loysingarmann á Christiansborg hesi seinastu árini.

Tjóðveldisflokkurin hevur onki at skammast yvir. Yvirhøvur onki. Tá vald er flutt úr Danmark til Føroya hevur hann í flestu førum verið leiðtogari, í stríðnum um fiskimarkið í broddi fylkingar, saman við Fólkafylkingini ímóti EEC verjin fyri at vit ikki endaðu í kontinentalkapitalistiska klubbanum ES, yvirtøkan av postverki og skúla o.s.fr. Fyri at gera eina drúgva søgu stutta bara tvey dømi, har annað gjørdi størsta munin og onnur royndin kiksaði totalt – Javnaðarflokkinum fyri at takka.

Nakað inn í hesa øldina virkaði fullveldislandsstýrið við at gera eitt kut í donsku ríkisveitingina. Flokkarnir í samgongu vóru ymiskir á máli um upphæddina, tað stóð nógv á, skal sigast, men umsíðir eydnaðist at fáa semju um at skekla yvirtøkur í upphæddina, sum endaði við, at 366 milliónir krónur vórðu skornar av Blokkinum - og hartil steðgaði prístalsvøksturin. Eitt bragd. Tað størsta í nýggjari føroyskari søgu. Ríkisveitingin danska hevði nú riðið um 2 milliardir krónur árliga, var hendan politiska avgerðin ikki tikin av sjálvstýrisflokkunum. Kenni ongan, sum ikki er sannførdur um, at Tjóðveldisflokkurin var sjef-domptørur í hesum leikinum. Javnaðarflokkurin átti ongan leiklut í hesum yvirhøvur, tvørturímóti, hann stríddist av øllum alvi ímóti øllum tí sum fullveldislandsstýrið fekst við.

4. februar í 2008 samdust Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin um m.a. hesa orðing í samgonguskjalinum hjá CHE-samgonguni: “Ríkisveiting. Málsøkið Serumsorgan verður yvirtikið. Kostnaðurin er 117 milliónir. Upphædd av ríkisveitingini verður árliga sett til viks til tess at røkka hesum máli.”

Nú skuldi Javnaðarflokkurin standa sína roynd, táið tað ræður um veruligar avgerðir í mun til at flyta ræði úr Keypmannahavn til Tórshavnar. Málið varð tikið upp, Javnaðarflokkurin dró á bæði, vit høvdu ikki væntað annað. Tað endaði við einum fundi í Tinganesi (luttakarar Jóannes, Eyðgunn, Jenis, Karsten, Høgni og Tórbjørn), har tað umsíðir varð semja um at býta hesar 117 milliónirnar í tveir lutir í valskeiðnum. Socialdemokratiski oddvitin sá ikki gott út hendan dagin, hann var svartur í andlitinum, tí fekk eg Høgna at slaka til eitt tvíbýti, ivaleyst hevur Eidesgaard longu tá ivast stórliga í politiska baklandinum í egnum flokki.

Í vikuskiftinum eftir var fundur í landsstjórnini hjá Javnaðarflokkinum, og har bleiv Jóannes negldur á socialdemokratiska samríkjakrossin fyri sínar illgerðir andvegis áhugamálunum hjá dønum í Føroyum. Hann varð bukaður uppá pláss. Nú vóru góð ráð dýr. Landsumsitingin, Sosialurin og løgmaður íspunnu nú ein leik um eitt lyklarhol, sum onki hald var í yvirhøvur. Ein lygusøga, ið hevði til endamáls at bjarga Javnaðarflokkinum úr politiska suppudasinum. 15. september fingu vit, landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldisflokkinum, skrivligu uppsøgnina frá manninum við lyklatyssinum í Tinganesi. CHE-samgongan var fokin, og seinri gjørdist Kaj Leo løgmaður og Eidesgaard fíggjarmálaráðharri í einari sambandssamgongu.

Einasti trupulleikin við donsku politilógini er, at løgreglan í Føroyum ikki er undir føroyskum ræði, sum alt annað átti at verið tað í hesum landinum. Tjóðveldisflokkurin er fyrst og fremst ætlaður at vera politiskur frontkempari í stríðnum fyri einum frælsum landi, har ein statskarmur verður lagdur um føroysku tjóðina.

At Jóan Pauli Dahl Jakobsen nú stendur og steinar úti á sannleikans bakkatrom, - tað broytir hvørki kós ella ferð á hesi avgerandi ferð fyri ræðinum yvir egnum rættindum og landi.

ES: Um nakar ivast, umboði eg bara meg sjálvan í hesi viðmerkingini.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo