Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Pálmasunnudag, 14. apríl kl. 17,  fara sangarar úr Kirkjukórinum Ljómi og úr kórinum í Langenæs kirkjuni í Aarhus at framføra eitt vakurt páskaoratorium.

Tey bæði, skaldið og presturin, Lisbeth Smedegaard Andersen og organisturin  og tónaskaldið, Erling Lindgren, hava í felag skrivað nýggja páskaoratoriið:

På vinger af håb – oratorium over Jesu ord på korset.

Hetta er aðru ferð, at kórini bæði framføra hetta verkið.

Dorte Tilma, organistur í Langenæs kirkjuni, stendur fyri kórleiðsluni.

Hon er ikki ókend í Føroyum. Hon hevur stjórnað Ljómi, nú kórið í seinastuni ikki hevur havvt nakran fastan kórleiðara.

Tað er ikki hvønn dag, at sovorðið kórverk verður framført á okkara leiðum.

Verkið er skrivað fyri tríggjar solorøddir, kór, floytu og orgul.

Tónleikurin er latin í ein vakran, norðurlendskan, fólksligan og sangbaran búna.

Tí eru tríggir av satsunum felagssálmar, har kirkjufólkið syngur við.

”Lovsang”, ”Innreið í Getsemane” og ”Veingjasuð” hevur Niels Petur Nolsøe í Vági týtt til føroyskt.

Við myndamáli úr natúruni og fuglinum sum afturvendandi evni hevur Lisbeth Smedegard Andersen í orðum skapað eina poetiskt/teologiska endursøgn av páskasøguni um Jesu lív, líðing og deyða, og um fyrigeving og vónina, sum páskirnar hava at bera okkum øllum:

Tað suðið eg hoyrdi av veingjum í nátt,
av fuglum á leið móti norð,
tað ber várboð um páskir við sirmi og sól   
og køvir øll vetursins spor.

Á Vónaveingjum verður framført:
 í Vágs kirkju sunnudagin, 14. apríl kl. 17
 í Langenæs kirkjuni 17. apríl kl. 17

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo