Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

VP spurdi sendikvinnuna til Íslands, hvar hon hevði fingið kunningina um, at Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri, hevði avlýst ferð til Íslands av “travelling restrictions”.

Ferðin var í sambandi við Arctic Circle.

Svarið hjá Hallu Nolsøe Poulsen, sendikvinnu, um at Jenis av Rana hevði avlýst ferðina av “travelling restrictions” var av miðlum útlagt sum, at sendikvinnan sigur, at Jenis av Rana ikki fekk komið til Íslands, tí hann ikki er koppsettur.

Sendikvinnan Halla Nolsøe Poulsen, svaraði skjótt VP aftur soleiðis:

- Eg vísi til aðalstjóran í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, um tú hevur spurningar viðvíkjandi málinum, skrivar sendikvinnan.

Og aðalstjórin Poul Geert Hansen hevur svarað VP.

Hann skrivar:

- Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum skuldi luttaka á Arctic Circle í Íslandi í oktober, og øll ferðin var løgd til rættis út frá hesum.

- Herundir, at landsstýrismaðurin skuldi í sóttarhald í 5 dagar, sum íslendskar reglur kravdu.

- Familjuviðurskifti hjá landsstýrismanninum broyttust tó, soleiðis at hann av persónligum orsøkum valdi at avlýsa ferðina, skrivar aðalstjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo