Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Vit vilja fáa lív í føroyska tónleikin, tí næstan eingin ger føroyskar rocksangir meira, sigur bólkurin, sum leggur nýtt videolag út á YouTube í dag klokkan 16.

Manningin í bólkinum er øll úr Klaksvík:
Jónas Jacobsen, 18ár - sang og gittara
Tórður Sóleyarson, 17ár - gittara og kór
Niclas Elttør Høgnesen, 17ár - bass
Høgni Sørensen, 18ár - trummur

- Videolagið er tað fyrsta videolagið, sum er nakrantíð upptikið í komandi mentarnarhúsinum í Klaksvík. Eyðbjørn Jacobsen hevur upptikið og redigerað videolagið, sigur bólkurin.

- Vit útgóvu fyrsta lagið í mai 2020, sum eitur Eg vil koyra skjótari. Seinasti sangurin vit góvu út var í november 2021 og tann sangurin eitur Bjarta.

- Vit fara 100% at blíva við at gera meira sangir, og ætla ikki at steðga at gera tað, sigur manningin í Adrenaline.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo