Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur hava adventskonsert í Hoyvíkar kirkju kl. 14 nú sunnudagin 28. november, sum er fyrsti sunnudagur í advent. Á skránni er ymiskt advents- og jólatilfar. Orkestur og kór framføra hvør sær og eisini hava tey okkurt saman.

Henda løtan við GHM og Glymi er vorðin føst siðvenja, tí hetta er fimta árið á rað at tey seta dám at adventina í Hoyvík.

Konsertin er altíð sama dag sum jólatræið í Hoyvík verður tendrað. Tað verður tendrað sunnudagin kl. 18 á kirkjutorginum millum kirkjuna og Hoyvíkar skúla. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu og GHM spælir.

Aftaná verða øll boðin í kirkjukjallaran til kaffi og holukøkur. Jólamaðurin kemur eisini á gátt og bjóðar karamellur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo