Í miðal svara 18 prosent av kvinnunum og 8 prosent av monnunum, at tey hava upplivað kynsliga sjikanu, skrivar DR.DK.
Kanningin er gjørd via eitt persónligt spurnablað, sum er sent til allar limirnar í Djøf Advokat og starvsfólk í Danske Advokater.
Kanningin er send út til 10.050 persónar. Av teimum hava 27 prosent svarað spurningunum svarandi til 2.668 persónar. Kanningin er sostatt ikki umboðandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo