Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Sum útgangspunkt heilt klárt ja. Gev innlit í allarstørst møguligan mun og so kann man strika tey mest loyniligu tingini út, altso, hvis tað eru nøkur har ... allar umsóknirnar og alt tilmælini ... at man ikki fær innlit í tað, haldi eg faktisk, er løgið, sigur Jógvan Elias Winther Poulse, advokatur, í innganginum til samrøðu við útvaprsjournalistin Una Holm Johannesen.

Við loyvi frá Una Holm Johannesen verður samrøðan endurgivin her, men hon kann eisini hoyrast her

Uni Holm Johannesen: Advokaturin Jógvan Elias Winther Poulsen er ivaleysur. Hann heldur at Fiskimálaráðið eigur at geva innlit í millum annað fakliga tilmælið sum umsitingin læt landsstýrismanninum. Eru vinnuloynidómar ella minni loynidómar í umsóknunum so ber til at strika tað út.

Jógvan Elias Winther Poulsen: Tá man tekur avgerðir um ... eisini í hesum føri... tá ið tað eru stór áhugamál, samfelagsliga týdningarmikil áhugamál og eisini stór virðir sum standa uppá spæl, so er útgangspunktið í mínari verð heilt klárt, at man skal geva innlit í mest møguligan mun, og tað kann jú eisini  vera fyri at prógva, at tann endaliga avgerðin er púra røtt. At vit hava møguleika fyri at fáa innlit, gevur okkum eisini ein møguleika at fáa álit á skipanina, at man hevur tikið eina rætta avgerð. Tað behøvist ikki at vera tað, at hon hevur tikið eina skeiva avgerð. Tí so undrar tað meg nógv, at vissi ikki at man fær innlit í næstan alt í einum sovorðnum forløbi, sum hesum her.

Uni Holm Johannesen: Landsstýrismaðurin hevur sagt at hann í trimum av fimm førum víktu frá tilmælinum frá umsitingini. Tað vil siga at trý feløg sum umsitingin í Fiskimálaráðnum metti áttu at fáa kvotur, fingu ikki kvotu kortini. Landsstýrismaðurin legði dent á onnur viðurskifti enn umsitingin gjørdi. Men hvussu skal eitt fakligt tilmæli frá umsitingini skiljast?

Jógvan Elias Winther Poulsen: Vanligvís fyri at tryggja at man hevur ... at man endar við einari fakligari sakligari avgerð, so .. so ger man tað í ... at man fær fyrisitingina at fyrireika málið, lesa umsóknirnar, gjøgnumganga umsóknirnar, heinta upplýsingar inn, og partshoyra vissi upplýsingar mangla, ella vissi fyrisitingin heldur, at onkur ikki hevur allar upplýsingarnar, áðrenn hann tekur eina endaliga avgerð, so hoyrir man eisini um tað og so, tá fyrisitingin er liðug við sítt arbeiði, so ger hon eina innstilling til tann sum skal taka endaligu avgerðina, í hesum førinum ein landsstýrismann. Tí er hon akkurát sum ... hvat kann man siga ... grundarsteinurin undir tí avgerð sum skal takast.

Uni Holm Johannesen: Nú brúkti tú orðið grundarsteinur ... men vissi eg spyrji teg ... nú brúka vit orðið fakligt tilmæli ofta, men er tað ein niðurstøða, er tað ein ávegis niðurstøða, er tað eitt uppskot, er tað eitt kjakupplegg... hvat er eitt fakligt tilmæli?

Jógvan Elias Winther Poulsen: Ja altso ... kalla tað ... eg veit ikki um eg kann siga tú kanst kalla tað hvat tú vilt ... tað er arbeiðið hjá fyrisitingini, sum er gjørt, heldur man, í hvussu er vanliga út frá lógligum kriterium ... men tað er ikki tann endaliga avgerðin, tí tað er í hesum førinum ... liggur tann endaliga avgerðin hjá landsstýrismanninum, so man kann ikki siga tað at ... eg vildi sagt, at tilmæli vildi verið tað mest natúrliga orðið at brúkt, ómiddilbart vildi eg hildið altso ...

Uni Holm Johannesen: Men hvat krevst so fyri at landsstýrismaðurin kann víkja frá einum fakligum tilmæli frá umsitingini?

Jógvan Elias Winther Poulsen: Altso ... vissi landsstýrismaðurin ikki er samdur við einum tilmæli, so kann hann taka eina aðra avgerð, men tá skal landsstýrismaðurin eins og einhvør annar fyrisitari ... tá skal hann hava .. so skal hann egentliga ... hevur hann próvbyrðuna fyri at ... ja, eg veit gott at tit eru komin við hasum tilmælinum, men eg havi eina aðra meining ... og so skal hann vísa á, hvat fyri saklig kristeriir sum hann hevur lagt dent á... hvat fyri lóglig kriteriir, sum eru viðkomandi fyri avgerðina sum hann hevur lagt dent á, ha ... Og tá liggur próvbyrðan kanska á tí persóninum .... fyri at hann hevur tikið eina sakliga grundaða avgerð...

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo