Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sálmaskaldið í GT var hugtikin av skapara himins og jarðar, hansara dýrd, tign og veldi. Hugtikin av skapanarverkinum, har sjálvt tað minsta stráið ella fræið ber í sær skaparans mátt og lívgevandi megi.

Hóast vit síggja í brotum og skyna í pørtum, er tað, ið vit síggja, hoyra og nema, nóg mikið til í undran at lovprísa Guðs veldi og stórleika. Undranin er sum við døggvátu blómuni á markini, ið endurspeglar sólarljóman allan.

Tað er áhugavert at varnast fjølbroytni í skapanarverkinum. Lívið er eitt undur. Alt tað, ið livir, andar og rørist er undursamt.

Lívið er størri enn okkara avrik, og vit skulu ikki prógva rættin at liva. Uttan mun til førleika og evnir er rætturin at liva ósvikaligur. Tað er vælsignað, at vit eru komin hartil, at tað er rúm hvør fyri øðrum. Skapað í Guds mynd og kend í móðurlívi.

Á hásumri lívgar lýðkan mark og ong. Grøni vøksturin á markini prýðir lendið, og veitirnar standa sóljuskrýddar. Fleyrið er milt og blítt.

Enntá mjørkin sýnir seg frá tí góðu síðuni. Mjørkaveður ljóðar ikki av nógvum, men eru umstøðurnar til vildar, kann sjálvt mjørkin vera friðsælur.

Kynstrið at liva er at síggja møguleikarnar og troyta teir. At banna myrkrið hevur ikki gjørt nakran ríkan. Heldur er tað beint øvugt, at jú størri signing og góðsku vit spjaða um okkum í jaligum huglagi, tess størri er gleðin og lívsins ríkidømi.

Eisini tann myrka árstíðin hevur glottar. Eitt gott vetrarkvøld er tað hugtakandi at varnast himmalhválvið. Óteljandi stjørnur lýsa úti í himnarúmdini sum boðberar frá ævinleikanum. Ein kveikjandi logi úti í myrkrinum avmarkar myrkursins veldi.

Ljósið er tekin um lív, ikki minst hjá teimum, ið møttu myrkur á leiðini. Onnur vóru vitni til, at næstringar og grannaløg bóru byrðar og gingu tungar gøtur.

Vakurleikin í náttúruni er undursamur. “Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug!” (Sálmur 8,4-5).

Tað er tað vælsignaða við Guði, at øll henda vakra og hugtakandi náttúran, bæði í sínum mildni og ræðandi tign. Tað vælsignaða við Guði er, at menniskjan er skapað í hansara mynd.

Alt er væl úr hondum greitt. Jørðin og alheimurin, alt var gjølla avrikað av Guði. Tað er ein hugtakandi loyndardómur verdur at grunda yvir, tann Guðs stóra ráðagerð, ið heldur universið alt í síni hond og stýrir alheiminum og tess skipan.

Tað er ein av royndum staðfest vitan, at náttúran, ið sovnar á heysti, vaknar aftur. Tá veturin dragnar og dagurin verður longri við lýggjari veðri, ja so spírar aftur í bøi og haga. Lívið kagar fram úr døkkari mold, og menniskjan frøist um enn ein sigur. At dimmi ikki veldi fekk. At aftur gjørdist ljóst og livandi á okkara leiðum.

Hóast vit kenna hesa gongdina í náttúruni, at tað sama endurtekur seg ár um ár,– so er tó lívsins undur fjalt í einum óatkomiligum dýpi. Vit vita frá at siga, men vit koma ikki longur enn til eitt vist. Soleiðis hevur verið undanfarin ár, og so verður aftur.

Sjálvan lívsandan, hetta ófatiliga, at fræið fellur í jørðina og doyr fyri síðani at vella fram úr døkkari mold sum livandi grønur vøkstur, tað er okkum ov stórt at fata. Vit mega steðga á í undran.

Sannleikin er meira djúptøkin enn so, at Guð einans kemur menniskjuna í hug. Menniskjan er skapað í Guðs mynd og sett til at ráða yvir Guðs ovurstóra og fjøltáttaða skapanarverki. Menniskjan er forvaltari.

Tað gekst so sum so við hesi uppgávuni, og jørðin varð ikki røkt á nøktandi hátt. Syndin kom inn í heimin, og menniskjan gloymdi spakuliga skaparan og upphavið. Ólýdni móti Guðs boðum og vilja hansara førdu til misljóð í innanhýsis samskiftinum millum menniskju. Viðurskiftini við skaparan vóru grundliggjandi órógvað.

Tað er júst í hesi støðu, at Guð hugsar frelsu og bjarging. Hann tekur stig til eina nýggja skapan, eina endurskapan. Seinna skapanin er meira fulltikin enn hin fyrra. Hon er grundað í Guðs ævigu tilveru og kærleika, tí Guð sá, at mannaættin hevði tørv á hjálp.

Tað er tað vælsignaða við Guði, at hann í einborna syni sínum, Jesusi Kristi, gjørdi tað, ið menniskjan ikki megnar. Guð framdi eina sáttargerð, tá ið hann í Jesu deyða og uppreisn gjørdi heimin sátt við sjálvan seg.

Hvør livandi vera hevur í skapanarverkinum sín stóra týdning. Vit elska okkara børn treytaleyst, hóast tey hava avbjóðingar. Øll menniskju eru meira enn avbjóðingin, diagnosan og brekið.

Orkestrið Ælabogin spældi fyri Hennara Hátign, nú Drotningin vitjar. Framførslan var eingin órógvandi avbjóðing, einans lív og gleði, ið stórliga gleddi okkum.

Soleiðis! Amen.

Orðið: “Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin, tú, hvørs dýrd røkkur til himna!” (Sálmur 8,2).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo