Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

新年快乐!Gott kinesiskt nýggjár!

Soleiðis søgdu allir kinesarar við hvønn annan kring heimin 28. januar í 2017, sum var teirra nýggársdagur í 2017.

Kinesiski lunar kalendarin er annaðleiðis enn okkara kalendari, sum er av gregorianskum uppruna. Tískil liggur kinesiska nýggjárið altíð frá uml. miðjan januar til miðjan februar og ikki 31 desembur/1 januar, sum markar endan/byrjanina til okkara nýggjár.

Hetta árið er í hananna tekni. Hanin er tann einasti fuglurin í kinesisku stjørnufrøðini. Fólk, ið eru fødd í hananna tekni, verða søgd at vera millum annað trúføst í síni áskoðan og eru tiltikin stundislig. Serliga hetta seinasta var sagt at vera ein týðandi eginleiki í gomlum døgum, tá innara klokkan var tín vekjaraklokka.

Føroyingar hava seinnu árini merkt, at Kina kemur nærri okkum, tí fleiri næmingar hava lisið í Kina seinnu árini og allarhelst heldur tann gongdin fram. Bæði Vodafone og Føroya Tele hava eisini ein kinesiskan undirveitara, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, leiddi eitt politiskt og vinnuligt fylgið til Kina í heyst fyri at kanna marknaðarmøguleikar fyri føroyskan útflutning. Harafturat búgva fleiri kinesarar í Føroyum og føroyskar fyritøkur hava í langa tíð havt samhandil við Kina.

Í sambandi við økta áhugan hava føroyingar, kinesarar, føroyskir kinavinir og kinesiskir føroyavinir tosað um at seta eitt føroyskt-kinesiskt vinafelag - Kinavinir - á stovn í Føroyum.

Við hesum vil nýggja felagið Kinavinir bjóða øllum áhugaðum til stovnandi aðalfund “á Gráasteini” Saltnesvegur 9 í Eysturoynni týsdagin 7. februar 2017 kl. 19.

So ert tú áhugað/ur í føroyskt-kinesiskum viðurskiftum, so fæst meiri kunning við at fylgja Facebook síðuni hjá felagnum ‘Kinavinir’ og tiltakinum ‘Stovnandi aðalfundur’

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo