Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sjóvarfalsorkuverkið sum svenska fyritøkan Minesto ger í samstarvið við SEV fer helst at liggja í Hestfirði og ikki í Vestmannasundi.

Tað frættir VP.

Minesto hevur síðani tíðliga í ár gjørt royndir í Vestmannasundi við einum sonevndum dreka, sum skal vinna elorku burtur úr sjóvarfallinum. Hesar royndirnar verða gjørdar í Vestmanna, og tær hava gingið væl, frættir VP.

Tá royndirnar eru lidnar verður ein munandi størri dreki settur út og bundin í netið hjá SEV. Men hesin drekin verður settur út í Hestfirði, nakað miðskeiðis ímillum Gomlurætt og Velbastað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo