Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um eftirmeting av stongdum leiðum og royndarveiðu á Føroyabanka, settur landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

1. Hvussu gongur við arbeiðinum at eftirmeta stongdu leiðirnar og nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt?

2. Verða allar leiðir eftirmettar/endurskoðaðar ella bert nakrar?

3. Hvørjar partar ætlar mann at taka inn í eftirmetingararbeiðið, so sum Havstovuna, vinnuna og líknandi?

4. Við teimum úrslitum, ið royndarveiðan á Føroyabanka hevur havt, er so hugsandi, at fiskiskapur á bankanum kann takast upp aftur í næstum?

Svar:
Til nr. 1.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá vinnuni, Havstovuni, Vørn og Fiskimálaráðnum lat í november 2014 eina frágreiðing úr hondum við heitinum “Meting av friðaðum og stongdum økjum – frágreiðing til Fiskimálaráðið”.

Frágreiðingin er um stongdar leiðir sum heild, íroknað gýtingarfriðingar, og skotið var upp at gera ymsar broytingar í gýtingarkassum og tíðarskeiðum.

Arbeiðsbólkurin metti seg ikki hava nóg stóra umboðan til at gera broytingar í stongdum økjum, har endamálið var at skilja reiðskap sundur og mælti til at seta ein breiðari bólk at viðgera hetta.

Til nr. 2.
Ætlanin er at eftirmeta allar tær stongdu leiðirnar. Spurningurin um at loyva fiskiskapi við troli á teimum leiðum, sum eru stongdar fyri at verja ungfisk, um rist verður nýtt, verður eisini viðgjørdur.

Til nr. 3.
Í arbeiðið at eftirmeta friðingarnar verða umboð fyri vinnuna, Havstovuna og Vørn tikin við.

Til nr. 4.
Føroyabanki, grynri enn umleið 200 metrar, hevur verið friðaður síðan 2008/2009, eftir at toskafiskiskapurin fór niður í einki í 2007. Endamálið var at fáa toskastovnin upp á føtur aftur.

Yvirlitstrolingarnar hava víst, at lítið hevur verið til av toski á Føroyabanka síðan 2006, men eftir 2016 hevur meira verið til av t.d. hýsu.

Royndarveiðan, sum Havstovan hevur skipað fyri í samstarvi við línufør, hevur eisini víst, at tað var sera lítið til av toski á Føroyabanka í 2019 og 2020, men nógv av t.d. hýsu og longu.

Í desember 2020 fer Havstovan at lata landsstýrismanninum eitt tilmæli um botnfisk undir Føroyum, har Føroyabanki eisini verður umrøddur.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo