Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Einasta sjóvegis farleiðin í Føroyum, sum verður røkt av privatum, er Mykinesleiðin.

Tað er smápartafelagið Mykines við Tummas Henriksen í Sørvági, sum seinastu 5 árini hevur rikið leiðina við bátinum Jósup.

Men nú Strandferðslan hevur gjørt nýtt útbjóðingartilfar og bjóðar leiðina út í eitt nýtt fimm ára skeið, eru treytirnar so mikið nógv broyttar, at ivasamt er um nakar vil bjóða. Í øllum førum ivast verandi felag nógv.

- Eitt mark uppá 300.000 krónur, sum Strandferðslan skal rinda til arbeiðstakaran, er nú ásett. Hetta er bert umleið triðingurin av tí, sum vit fáa í núverandi sáttmála. So tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki so spennandi, sigur Tummas Henriksen við VP.

Felagið, sum røkir leiðina, eigur eisini inntøkurnar av siglingini.

Harumframt er eisini ein nýggj treyt, at SSL skal kunna brúka bátin í upp til 80 dagar fyri ein prís uppá 9.000 krónur um dagin.

- Alt er so fastlæst, tí bæði prísur á ferðaseðlum og ferðaætlan er løgd føst frammanundan, so her er ikki serliga nógv, ein kann broyta, sigur Tummas Henriksen. Hann ivast í, um hann fer at bjóða uppá leiðina.

Freistin at bjóða uppá Mykinesleiðina er 1. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo