Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

- Hvussu ber tað til, at vit lata redigeringsrættin frá okkum, tá talan er um andaligt tilfar? Hví seta vit ikki somu krøv til hesar sendingar, sum vit seta til aðrar sendingar í Kringvarpinum?

Tað spyr tíðindaleiðarin í Kringvarpinum undir einum innleggi á Facebook, sum fekk rættiliga nógvar viðmerkingar og deilingar í gjár.

Tíðindaleiðarin biður okkum ímynda okkum, um Kringvarpið sendi beinleiðis frá partapolitiskum fundum uttan at spyrja kritiskt inn til innihaldið?

- Ella um vit lótu aðrar ideologiir fáa fría mikrofon hvønn einasta dag í bestu senditíð? Vit kundu til dømis havt islam-mánadag, nazi-týsdag, marx-mikudag í staðin fyri morgunlestrar, hugleiðir tíðindaleiðarin.

Tað sum tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vil diskutera, sigur leiðarin, er, "hví redigeringsrætturin verður sleptur í kristiligum sendingum, men ikki í øðrum sendingum", fyri at brúka egnu orðini hjá tíðindaleiðaranum.

Men tað eru ikki øll sum taka undir við slíkari hugsan og rætti, og meta heldur ikki, at Kringvarpið hevur nakran rætt til at redigera í til dømis guðstænastum, tí so skal "eisini redigeringsrætturin sleppast"/ella innførast, tá 1. maidagshald er, ólavsøkan verður sett, grækarismessuhald er, beinleiðis tíðindafundur er onkrastaðni og líknandi, sum ein viðmerkjari skrivar.

Hesin viðmerkjarin heldur, at tíðindaleiðarin "smýgur sær eitt sindur undan".

- KvF letur prestar prædika beinleiðis í Útvarpinum. KvF letur eisini fakfelagsfólk og onnur halda røður beinleiðis í Útvarpinum 1. mai. Og so eru tað setan av ólavsøku, grækarismessuhald osv. Hatta er eitt prinsipp, sum ikki bert snýr seg um kristiligar sendingar, sum tú annars roynir at gera tað til! skrivar viðmerkjarin beinleiðis til tíðindaleiðaran.

Og tá ið fakfeløgini verða drigin inn í tjakið, tá bakkar tíðindaleiðarin og má viðganga, at "tað er helst nakað um tað. Tað eiga vit eisini at tora at diskutera", svarar tíðindaleiðarin umberandi og foyur sum sligin á nevið.

Les kjak her

Vit kundu av røttum spurt: er tað religiónin, sum er ein trupulleiki hjá tíðindaleiðaranum og journalistum í Kringvarpinum?

Er eingin annar stjóri í føroyska banka- og fíggjarheiminum, sum er limur í eini kirkju ella gongur á møti, uttan stjórin í Eik Banka?

Er tað orsøkin til at lægst metti banki á okkara leiðum, BankNordik, er friðhalgaður og aldri verður sendur gjøgnum Kringvarpssentrifuguna, men bara Eik, tí stjórin gongur á møti?

Er tað átrúnaðurin og kirkjugongdin í sjálvum sær, sum setur dagsordanin í Kringvarpinum, og fær fólk at renna við myndatóli og mikrofonum?

Fara vit til reiðarar, so síggja vit nett sama mynstur.

Er eitt sjónligt knýti til eina kirkju ella samkomu, so er eingin endi á illgitingunum, ið geva tíðindunum bein at ganga á, hóast neyvan er nakað tíðandavirðið í tí, men mest sum bara happing.

Hava kringvarpsfólk sett kirkjuna og samkomur í hálsin?

Eg haldi tað.

Og eru onnur, sum halda tað sama, so eiga hesi kringvarpsfólk at sleppa á eitt kirkjufobi-skeið.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo