Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mikukvøldið letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp á víðan vegg. Frá 17 til 21 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Tú kanst eisini uppliva góðu karmarnar, sum júst eru útbygdir við m.a. nýggjum bókasavni og kreativum verkstovum.

“Skúlasamanleggingin og útbyggingin á Kambsdali hava heilt víst skapt eitt meira livandi og fjølbroytt lestarumhvørvi, og tað er umráðandi fyri okkum, at komandi næmingar og foreldur teirra fáa høvi at koma á skúlan og kunna seg við tað, sum fyriferst her,” sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Skúlin bjóðar seks ymiskar breytir innan bæði gymnasialt miðnám og yrkismiðnám. Komandi skúlaár er møguleiki at søkja inn á allar breytirnar. Umsóknarfreistin er 15. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo