Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Stóð við løkin, og sá vatnið renna makliga. Ikki nógv ferð, og stundir vóru at hugsa. Sinnislig ró og sálarinnar kvirra. Einki órógvandi eina stilla løtu í tíðarinnar meldri, ella var tað ófriðurin í sálini, ið gav kvirruni gætur.

Stóð við hin stóra fossin, og hin ótamda megin var hugtakandi ógvuslig. Vakurt og ørandi. Sum ein lítil finna í máttmiklum spæli, har leikirnar telva á borðinum við livandi tilfeingi. Viðhvørt er møguleikin ómøguligur, og avbjóðingin eitt innantómt orð um hjálparloysi og vanlagnu.

Onkuntíð eru vit hvør øðrum ein møguleiki, aðrar tíðir eru vit hvør øðrum ein avbjóðing. Ein farri av djúphugsni er í máliskuni, at vit kunnu vera hvør øðrum ein møguleiki, skapa lívinum fortreytir og gagna hvør øðrum. Nakað av hesi gagnligu orku hómast í kristnu trúnni.

Tá ið hugsað verður um Jesus, so var hann í søguligari samtíð lívsins møguleiki hjá so mongum. Ja, vit kunnu siga, at Jesus var einasti møguleikin hjá teimum, har so mangt gekk øðrvísi enn ætlað, – mistøk, hóttafall og deyði.

Í søguligari samtíð var Jesus eisini ein avbjóðing hjá teimum, ið valdu sær teir ovastu sessirnar og hildu, at nøkur vóru virðismiklari enn onnur við atliti at trúgv, tign og góðsku. Ja, Jesus var teimum ein avbjóðing, ið vóru mettað av sjálvgóðsku og sjálvgleði. Tá ið Jesus nýtti tey stóru orðini, og tónalagið var skerpað, var tað aloftast tey, ið ráddu innan átrúnað og samfelag, ið fingu eina rættleiðing ella átalu.

Havi grundað um lívið og lívsins forløg og funnið eina niðurstøðu. Talan er ikki um eina lopfjøl frá einum til annað, ið einans fer upp um garðin, har hann er lægstur. Niðurstøðan er trúarinnar festi í trúgv til trúar, hon er byrjanin til kallið, at vit kunnu vera hvør øðrum ein møguleiki, at vit kunnu gera mun, um vit í kærleika lyfta í felag.

Ein dagin Jesus kom inn í bygdina Nain, var ein stórur mannaskari í ferðini við honum. Tá ið tey nærkaðust bygdarliðinum, sí, tá var ein deyður borin út, sum var einasti sonur hjá móður síni, og hon var einkja.

Ein mamma misti einkasonin, og har fór so hennara einasti møguleiki. Ein svár støða, sum vit tíverri javnan uppliva í okkara samtíð í 21. øld eftir Kristi føðing. Deyðin er náðileysur og sýnir ikki várkunn ella miskunn. Deyðin hugsar ikki um tey avvarðandi, tá ið hann vitjar.

Ikki tí, eingin eigur nakran at missa. Hugsanin er beinleiðis skaðilig fyri tey avvarðandi, um vit vilja gera deyðan mildari, tí ein mamma ella pápi eigur nógv børn, ið hava tað gott, liva og trívast. Eingin eigur nakran at missa, og hvørja ferð eitt menniskja verður kallað til hvíldar, missa vit frumborið lív, og tað finst einki avrit.

Hin kristna sannføringin er ankrað í tí útgangsstøði, sum loksins er trúarinnar einfalda niðurstøða. Lívið er heilagt og givið av Guði. Lívsvirðið er ikki treytað av førleika, evnum og avrikum. Virðið hins einstaka er íborin gudsmynd, ið er arvafrøðiliga til skjals í sál og likami. Lívsvirðið er og skal ikki prógvast.

Lívið, ið er heilagt, verður ikki mett eftir avrikum, og tess vegna kunnu vit tosa um passiva lívsdygd, ið er sonn og ektað. Vit kunnu hugsa um tey sjúku ella fólk við breki, ið álvarsliga eru skerd við atliti at møguleikum og førleikum. Tey eru okkara dýrgripur.

Henda dagin í Nain sá Jesus eina grátandi mammu, og honum tókti hjartaliga synd í henni. Hann gekk fram at líkbøruni og segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” Og tann deyði settist upp undir seg og tók at tala.”” (Lukas 7,14-15).

Hin kristna trúgvin trýr og prædikar, at sjálvt í deyðanum eiga vit lívsins møguleika, – ævigt lív í dýrdarlikami. Vit avnokta ikki deyðan, tí vit jarða dagliga, syrgja og gráta. Men í trúnni á frelsaran Jesus, ið doyði og reis upp av deyða, fáa vit lut í uppreisn hansara, sjálvt um vit doyggja og verða borðin til hvíldar.

Samstundis ásanna vit, at stundum eru bæði lívið og deyðin ein álvarslig avbjóðing. Tað er als eingin orsøk, at gera lívið lættari enn tað er. Støða teirra likamliga sjúku og støða teirra sálarsjúku er ein avbjóðing, ið vit treytaleyst mega sýna størstu virðing. Einki uttanumtos. Einans hjávera í nærleika og kærleika.

Kristnin trýr, og í trúnni á Jesus fáa vit ein frið, ið hesin heimur ikki kennir. Vit nema eina hvíld, ið skapar ró við hin lítla løkin undir tí stóra fossinum. Hvíldin og friðurin í Jesusi Kristi eru skapandi í tímiligari og ævigari tíð. Amen.

Orðið: “Og tann deyði settist upp undir seg og tók at tala; og hann (Jesus) gav móður hansara hann.” (Lukas 7,15).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo