Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólkaflokkurin tekur veljaran við á eina dreymakenda ferð til komandi løgtingsval. Við eini slakari milliard í minus av vallyftum, so hevur flokkurin givið sínum veljarum eina fatan av, at um veljarin gevur teimum álit, so eru tey í politiska Disneylandið.

Eingin skal gjalda meira enn 30 % í skatti, tí nú skulu Føroyar amerikaniserast . Sjálvt tey háløntu og millióningarnir skulu niður á 30 %. Stóran part av seinastu øld og fram til dagin í dag, hava norðurlendsku sosialdemokratarnir, eisini Føroyar, verið við til at sett politisku dagsskránna. Sera einfalt tí, at veljarin gjøgnum øll hesi mongu áratíggir hevur givið Javnaðarørðslunum í Norðanlondum neyðugu styrkina, til at uppbyggja nøkur vælferðarsamfeløg ið flest onnur lond misunna okkum.

Flestu borgarligu flokkarnir í ymsu norðanlondum, hava ásannað at samhaldsfasta skipanin er komin fyri at vera. Tí hava borgarligu flokkarnir so við og við roynt at kopiera hesa skipan, so gott teir hava megnað.

Upp til løgtingsvalið hevur so tann føroyski Fólkaflokkurin tikið eina fyri Føroyar púra vitleysa eins og ábyrgarleysa avgerð, ið kann geva okkara samhaldsfasta samfelag mønustingin. Antin er tað eitt stórt politiskt bluffnummar, ella er tað størsti politiski brølarin, ið leiðsla Fólkafloksins hevur gjørt nakrantíð.

Eitt er at nýggja løgmannsevni Fólkafloksins Christian Andreasen og Jacob Vestergaard als ikki megnaðu at svara spurninginum frá sjónvarpsvertinum í Andglettinum herfyri, um hvussu teir skuldu fíggja milliardina ið flokkurin gav veljarnum lyfti um. Orsøkin var at teir ”høvdu eingi tøl har” í sjónvarpsstovuni.

Men tá formaðurin í síni valskrá leggur upp til, at skatturin skal niður á 30 % tá er veruligur vandi á ferð. Ikki minni gerst óttin tá formaðurin so greiður frá, at ein møguligur búskaparvøkstur skal fíggja skattalætta, vælferð o.a. Tá mundu nógvir veljarar undrast, helst eisini teir sum stuðla Fólkaflokkin.

Føroyar hava havt ein óvanliga stóran búskaparvøkstur seinastu 4 árini, og kunnu vit bert gleðast um tað. Men nú rópa altjóða økonomar varskó - at stór broyting er á veg. Stóri spurningurin er so hvar Fólkaflokkurin nú skal fáa peningin frá til vallyftini, um tí slaku milliardina, eins og pening til vælferð-heilsuverk o.s.fr.. Tí búskaparvøksturin ið flokkurin kannaði sær í Andglettinum í sjónvarpstovuni, hann er sum so nógv annað, fuglar á tekjuni. Hetta er ikki ein og hvør, men flokkurin ið bjóðar seg fram at leiða samfelagið, við formanni floksins sum løgmanni.

Síðan tað politiskt var avgjørt, at gera Føroyar til eitt valdømi, er tað vorðið sera trupult at fáa valevni úr Vágum og øðrum smáum valdømun vald beinleiðis inn á løgting. Tað er tildømis sløk 30 ár síðan Javnaðarflokkurin hevði umboð úr Vágum á løgtingi.

Hesaferð hevur flokkurin kjósa sær Jóhannis Joensen skúlastjóra í Sørvágs Skúla og tað er felagið her vestri sera, sera fegið um. Johannis er giftur Katrin, og eiga tey fyra børn. Dámligur, gløggur, eins og tað liggur væl fyri, at greiða frá sínum politisksu sjónarmiðjum, eins og hann er væl inni í skúla og samfelagsviðurskiftum yvirhøvur.

Sum flest øll vita, so hevur Sambandsflokkurin kjósa sær 3 valevni, at umboða flokkin í Vágum. Sostatt verða atkvøðurnar deildar í trý. Tí er tað mest sannlíkt, at tað verður trupult fyri ikki at siga ógjørligt at fáa umboð valt á løgting hjá Sambandsflokkinum í Vágum.

Hinvegin so hevur Javnaðarflokkurin bert kjósa sær miðvingin Jóhannis Joensen sum einasta umboð fyri flokkin í Vágum. Møguleikarnir hjá Jóhannis at verða valdur á løgting eru tí framúr góðir. Men sum tað ofta hevur verið frammi upp undir valið, so hevur veljarin í Vágum ikki hugsavna seg um at velja lokalu umboðin til tey seinastu løgtingsvalini. Tí sambært kanning,so eru út við helvtin av akvøðunum farin til onnur valevni uttanfyri Vágar. Sostatt bera hesar atkvøður onnur valevni inn á løgting, aðrastaðni í landinum.

Tí er tað heilt avgerðandi, at veljarar í Vágum ið ætla sær at seta krossin fyri Javnaðarflokkin, ikki seta teirra kross fyri javnaðarumboð úr øðrum oyggjum. Hervið gerst møguleikin hjá Jóhannis optimalur at koma inn á løgting, aftaná at flokkurin ikki hevur haft umboð á løgtingi í sløk 30 ár.

Gott Javnaðarval.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo