Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Veðrið er av tí allar fagrasta.

Hvør sál er úti í tí góða veðrinum. Tó merkist, at heystið er komið. Lotið er kølið.

Veðurmaðurin Pætur H. í Dølum hevur boðað frá frálíkum veðri í vikuskiftinum. Og so hevur hann eisini eitt veðurtekin, sum fellur væl saman við heystið:

Teir gomlu úti á Skarvanesi søgdu, at um krákan letur á kvøldi, so verður hált!

Ja, kanska tað.

Líkamikið, men undir neystavegginum standa harra Skinsami og harra Víðsjón og práta. Teir hava nógv at práta um, tí frú Feminala og frøkun Viðeiriliga vóru júst afturkomnar av einum Litríkum Gen Batandi Terapi skeiði í høvuðsstaðnum og høvdu almikið at fortelja, sum hevði øst upp formannin í Dunnuhylsnevndini, harra Sámileika, við óhorviligum tosi, sum ongastaðir hoyrir heima.

Framtíðin var teirra, søgdu tær. Nú kundu tær realisera seg sjálvar, tí tær vóru komnar eftir, at tær vóru føddar í skeivum kroppi, søgdu tær!

Harra Skinsami skilti einki av tí heila.

Hvat gongur av fólki? helt hann ristandi á høvdinum fyri.

Men harra Víðsjón helt, at tað kanska var nakað í tí sum tær søgdu, tí kona hansara hevði leingi verið í so óregerlig! So kanska var tað tað, sum feilti?

Tað fyrsta, tær báðar fóru eftir, var at rudda, tí tað høvdu tær lært á skeiðinum, at skuldu tær koma víðari við lívi sínum, so mátti ruddast fyrst. Og hvar var best at byrja enn við skápunum? Har var mangt og hvat stappað inn heilt frá barndómsárunum, sum skuldi fjalast og eingin mátti síggja! Men nú var annað skil komið á. Alt varð blakað út. Út á geilar. Tað endaði við, at so gott sum hvørt einasta eitt skáp í bygdini varð ruddað. Har bleiv so nógv órudd, at ein mátti stovna eitt ruddingarfelag, Samrunafelagið, at taka sær av øllum óruddinum, tí bygdarráðið megnaði tað ikki.

Frú Feminala og frøkun Viðeiriliga búðu báðar á sokallaðu Hálkubreytini mitt í býnum. Har høvdu tær búð í fleiri ár nú. Saman. Har hildu eisini nógvar krákur til, og tað kom meir enn so fyri, at tær lótu um kvøldarnar, so ein skuldi ansa sær at fara út um kvøldarnar, tí tá var hálast! Í gøtuni var stórt samanhald, tí tey sum búðu har vóru sera samsint í breiðastu merking, ja, bæði sam eitt og sam annað og hitt triðja við um ikki at salta, tí tað sveið so illa í sárunum fyri ikki at siga eygunum! Og so var ein fríur fyri at hoyra uppá alt hatta afturhaldstosið við dunnuhylin á siðbundna savningartorginum uppi í bygdini. Nú var tað ikki longur gamla hugnaliga Torgið mitt í bygdini, har fedrarnir í øldir høvdu savnast um mentan og góðan sið, sum var miðdepil bygdarinnar, men Hálkubreytin, tí har gingu nýggjastu tíðindini uttan úr heimi, fyri ikki at tala um lívliga feminala og viðeiriliga kjakið, sum har var kyknað.

Tað, sum upptók harra Skinsama og harra Víðsjón undir neystavegginum í dag var, at tær báðar, frú Feminala og frøkun Viðeiriliga, høvdu opnað eina sølubúð á Hálkubreytini nr. 6, sum kallaðist ”Reyða Kuffertið”. Har kundi ein keypa alt, sum kundi seta hugagyklið í sving. Krem av øllum slag, smyrsl og luktilsi treyt heldur ikki; andlitsmáling, plakatir, uppsløg og slagorð fyri ikki at tala um øll sløg av pløggum í øllum ælabogans litum v.m., v.m.

Og sølan gekk sum fótur í hosu, tí hosurnar vóru kynsneutralar!

Heilt ótrúligt. Eitt satt frambrot.

Og hví ikki? Ein føldi seg av nógv meira nú enn ein nakrantíð áður hevði gjørt. Tí nú var ein nakað! Ein var komin út úr skápinum! Út ímillum hini. Ótrúligt. Nú gjørdi ein mun.

Um ikki annað í kjakinum!

Av tí at útsýnið var munandi betri longur oman ein kom eftir gøtuni, var frú Feminala fleiri ferðir flutt longur og longur oman eftir Hálkubreytini. Men nú ætlaði hon sær ikki longur oman, tí henni dámdi ikki at búgva alt ov nær bakkatromini, har tey mest víðskygdu húsaðust! Harafturat var brekkan niðan í bygdina vorðin tyngri og tyngri at ganga, jú longur niðri ein búði, tí hon var bæði brøtt og hál. Av somu grund kom hon tí sjálvdan í kirkju longur. Tað var mest til jarðarferðir og aðrar hátíðarløtur. Men tær blivu eisini færri og færri, tí færri og færri lótu seg gifta, konfirmera og so framvegis. Og færri og færri tímdu at taka seg niðan hálu brekkuna bara fyri at vera við til eina barnaminnisvekjandi jólagudstænastu, sum sambært ein ávísan søgufrøðing norðan úr myrkrinum einki hevði við HASi jólini at gera kortini! So alt hatta religiøsa var mestsum farið í gloymskuna, men nakar heidningur var ein kortini ikki! Nei, nei. Tað skuldi eingin koma og siga!

Annars gekk lívið sína vantu gongd í fjølbroytnu bygdini.

Inntil ein dagin, kallað varð til borgarafund.

Tá broyttist alt.

Ætlanin var at skipa fyri bygdarfagnaði ella bygdarvøku, sum onkur málbar seg.

Jú, tað hildu øll væl um - inntil dagurin upprann!

Tí tá vísti tað seg, at tær báðar, frú Feminala og frøkun Viðeiriliga, høvdu fingið troðkað ígjøgnum at skipa fyri eini Prýðisgongu oman eftir Hálkubreytini, og hin rættiliga víðskygni borgarstjórin, Harra Ivan Viðráksson, sum eisini sat á tingi fyri hin sera viðráksjaliga Umbærisflokkin, skuldi tala!

Hvat var nú hetta fyri nakað?

Eitt upplop sum hitt í sekstiárunum í farnu øld ella komið fyri at vera?

Hvat skuldi nú hetta vera gott fyri?

Hvat nú, um onkur kom ov nær bakkatromuni og fór út av og endaði millum aðrar Heilsubrotnar Innlagdar Veteranar?

Hvør hevði ábyrgdina?

Borgarstjórin ella Landsins Gathugaða Bráfeingis Tænasta?

Fór hetta ikki bara at seta kílar millum tokka og tol í bygdini?

Harra Skinsami var í øðini, men tað var harra Víðsjón ikki, tí tað skuldi vera pláss fyri øllum, segði hann faðirligur á málinum. Øll vóru skapt í Guðs mynd og kærleikin var størstur av øllum.

Ja, nógv størri enn Guð og alt tað, Hann hevur sagt!

 Kajfinn Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo