Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

AFP skrivar seinnapartin í dag at Putin í samrøðu við týska kanslaran Olaf Scholz avvísti at russar bumba ukrainskar býir.

Øll slík informasjón er «grov, følsk propaganda», segði russiski forsetin.

VG skrivar at tað finst ríkiligt av dokumentasjón og video upptøkum sum vísa at Russland bumbar og skjýtur við kanónum móti ukrainskum býum, har eisini sivil eru deyð í álopunum.

Í samrøðuni skal Putin eisini hava sagt at hann er tilreiðar at samráðast við Ukraina, men at mótparturin má taka «ein konstruktivan leiklut» í samráðingunum, skrivar Reuters.

Samrøðan vardi sambært BBC í ein tíma, og Scholtz heitti á Putin um at steðga øllum hernaðarligum aktiviteti í Ukraina, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo