Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sørvágs kommuna hevur áður verið á rættari kós, tá tað snýr seg um at vera ein grøn kommuna. Á árligu  umhvørvisstevnuni í 2012 vann Sørvágs skúli fyrstu virðisløn, sum ”Ársins grøni stovnur.” Í metingarnevndini vóru tey samd um, at her er stovnur, ið er komin langt ávegis við nýggjari  orkuskipan til upphiting av bygninginum og virksem á stovninum.

Afturat orkuskipanini verða bygningarnir bjálvaðir soleiðis, at orkutapið verður sum minst, og afturat verður spillhitin frá inniluftini o.ø. endurnýttur.

Orkutøknin hevur verið virkin í hálvt ár, og vísir seg at rigga eftir ætlan. Orkuskipanin kann nýtast ,sum fyrimynd fyri stórar bygningar aðrastaðni, men eisini fyri bústaðir ella býlingar.

Hetta vóru orðini hjá Umhvørvisstovuni tá, og sjóvarhitin á Biskupstorginum  ì Klaksvík og ætlanin ì Leirvík byggja í høvuðsheitum á somu skipan.

Síðani 1993 hava næmingar á hvørjum ári planta trø í tí, sum nú verður kallað Skúlagarðurin. Vit brúktu tí um várið at tosa um trøini,  røkja tey og at vit gjørdu ein mun, og at um øll gjørdu sum vit, so gjørdu vit okkara til at bjarga umhvørvinum.

Henda siðvenja er slept, og eingi trø verða plantað av skúlabørnum, og eingin plantupakki verður latin húsarhaldunum.

Vit mugu koma aftur á gomlu leiðina , og taka henda táttin uppaftur. Børnini mugu planta sítt egna træ annaðhvørt í barnagarðinum, ella tá tey koma í skúla. Hvørt húski í kommununi eigur minst einaferð í hvørjum valskeiði at faa tilboð um ein ókeypis plantupakka.

Av øðrum kann eg nevna, at undirritaði hevur skotið upp fyri bygdaráðnum, at bæði nýggja vøggustovan og Alvalon fáa  jarðhita, og at sólpanelini, sum gjørdust óvirkin av óveðri, verða skift út við nýggj sólpanel, sum nú eru á marknaðinum.

Á grundøkinum, har vøggustovan skal standa og Mýravegin, er ein stórur rottangi frá krígnum. Hesin eigur at verða slættaður við jørðina, og síðani eigur lendið at verða gjørt klárt til at planta trø og runnar í til gleði og gagn fyri børn, starvsfólk og okkum onnur.

Tá undirritaði var í Tróndheimi í Norra í 2010 og hugdi eftir teirra sjóvarhita, sóu vit, at tey høvdu eina skipan, har tey tóku orku úr sjóvarhitanum at hita bygningar við á veg niðan, meðan kølda veskan  varð brúkt at gera ís við á veg oman. Í býnum høvdu tey eina  stóra skoytuhøll. Hetta kundi verið eitt mál at kanna í komandi setu um tað bara til at gera tað sama hjá okkum. Ímyndi tykkum eitt spælipláss til tey størru børnini niðri á Dungasandi, mitt í hjartanum á bygdini við skoytubreyt í vetrarhálvuni.

Vit mugu koma aftur á grønu kósina.

Sune Jacobsen
Valevni á lista B

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo