Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seint í gjárkvøldið, fekk eg váttan um, at Kristina Háfoss fer í farloyvi frá Løgtinginum.

Við øðrum orðum, stendur mær nú í boði aftur at gerast løgtingsmaður, og eg havi gjørt av at taka av møguleikanum.

Eitt sindur løgið lagnuspæl, má hettar sigast at vera, tí eg, og helst fleiri við mær hildu at eg var liðugur í politikki.

Eftir at hava vigað fyrimunir og vansar, eri eg við heilum stuðli frá familjuni, og Sandoyar Tjóðveldisfelag, komin til niðurstøðuna at rættast er at royna at gera gagn við tí stuðli, sum veljararnir hava givið mær.

Eri tí enn einaferð sinnaður at virka fyri landi og fólki, og geva mítt íkast til at menna Føroyar, sum eitt væla land fyri øll okkum, sum her elska at búgva.

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo