Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í juli 2019 varð Ternan tikin úr sigling og Spógvin og Sildberin røktu nólsoyarleiðina. Við in.fo segði Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari í SSL, at alt gekk væl og bert onkran einkultan dag máttu fimm fólk bíða til næsta túr. Hetta er reingjan av verunleikanum og stór andsøgn til dokumentatión úr Nólsoy. Um hetta er støðið á eftirmetingunum hjá SSL, so er tað ikki so løgið, at tey ferð eftir ferð taka undarligar avgerðir.

Í kvøld var so SSL stjórin í útvarpinum og segði, at Jósup varð tikin úr mykinesleiðini til nólsoyarleiðina. Hetta er beinleiðis ósatt, tí Jósup sigldi sín seinasta túr á mykinesarleiðini leygardagin og var sostatt ikki í sigling har.

Eisini umbar stjórin seg við, at hvílitíðin varð órógvað, og ti kundi ongin sigling verða í dag. Jósup hevur sína egnu manning og SSL kundi lættliga funnið eina loysn fyri sínum parti, um nakar sum helst vilji var til tess.

Bjarti Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo