Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggjur smittutilburður av korona varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Hetta er annar dagur á rað at ein nýggjur korona smittutilburður verður staðfestur.

Tann smittaði er komin til Føroya úr øðrum londum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er farin undir smittusporingina.

Í gjár vórðu 222 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru nú 164.512 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 500 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 497 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo