Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Meðan kaos valdar á flogvøllinum í Kabul, har fleiri túsund afganar royna at flýggja undan Taliban, er aftur ein mynd sum vekur undran, skrivar danska TV 2.

Myndina hevur Kasia Helene tikið, sum var ein av teimum hepnu at sleppa umborð á eitt evakueringsflogfar úr Kabul til hennara heimland Noreg.

Inni í flogfarinum vóru nógv tóm setut og bert fá fólk.

Kasia Helene sendi myndina til mannin, Pen Farthing, sum deildi hana á sosialu miðlunum í gjár.

Myndin er millum annað eisini umrødd í stóru bretsku miðlunum Sky News og Telegraph.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo