Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Maria Nikolajevna Romanova var næstyngst av døtrunum í seinastu russisku tsarfamiljuni. Foto: Romanov Collection, Yale University

Maria Nikolajevna Romanova var næstyngst av døtrunum í seinastu russisku tsarfamiljuni. Foto: Romanov Collection, Yale University

Yvirlivdu eitt ella tvey av børnunum tað ræðuligu avrættingina av tsarfamiljuni í Russlandi tann 17. juli 1918?

Hesin spurningur hevur fascinerað fleiri í tey skjótt hundrað árini sum eru liðin síðani Nikolaj II var noyddur at fara frá, eftir revolusjónina í Russland í 1917.

Svarini, og gitingarnar, hava verið mong og ymisk, við fleiri teorium um, hvat hendi við børnunum.

Eftir ætlan skuldu leivdirnar av tveimum av børnunum hjá Nikolaj II tsari og týskføddu konuni Alexandru jarðast í St. Pætursborg tann 18. oktober.

Men sum so ofta fyrr, er stríð um, hvussu Russland skal fyrihalda seg til sín seinasta monark, og í seinastu løtu var jarðarferðin tí útsett.

23. september avgjørdu russiskir myndugleikar at gerast skal ein nýggj kanning viðvíkjandi avrættingini av tsarfamiljuni, og eftir atfinningar frá tí ortodoksu kirkjuni er eisini ætlaða jarðarferðin av teimum tveimum seinastu tsarbørnunum útsett í óavmarkaða tíð.

Ein norskur rithøvundur hevur blást nýtt lív í mest seiglívaðu av mýtunum um tsarfamiljuna. Hon er um, at eitt av tsarbørnunum yvirlivdi tað ræðuligu avrættingina av tsarfamiljuni í 1918.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo